Í dag gevur tónleikabólkurin Ranchus út nýggju útgávu sína "Live From The Barn".
Talan er um eina 'live EP', ið varð upptikin 4. februar í einum hoyggjhúsi í Gøtu.
Upptøkurnar eru upprunaliga partur av "Recording Europe" verkætlanini hjá Kevin Galland og Ragnar Ólafsson. Teir báðir hava ferðast kring Føroyar og upptikið 1-2 sangir hjá nógvum ymsum føroyskum tónleikaranum.
Akkurát hendan dagin gekk so væl, at avgerð varð tikin at geva út upptøkurnar sum EP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo