Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Rakul Sørensen og hinar úr Víkingi byrja kappingarárið á útivølli móti TB/FCS/Royn - Mynd: Hans Erik Danielsen

Rakul Sørensen og hinar úr Víkingi byrja kappingarárið á útivølli móti TB/FCS/Royn - Mynd: Hans Erik Danielsen

Rakul Sørensen og hinar úr Víkingi byrja kappingarárið á útivølli móti TB/FCS/Royn - Mynd: Hans Erik Danielsen

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022: Talentið, orkan og gott skil fyri fótbóltsspælinum vóru millum høvuðsorsøkirnar til, at bert 16 ára gamla Rakul Sørensen gjørdist ársins ungi spælari 2021. Hon ger lítið hóvasták burturúr sær sjálvari, men kortini er nakað stórsligið við henni.

Persónliga hevði hon eitt framúr gott kappingarár, og fjórða plássið í landskappingini var heldur ikki heilt av leið, heldur hon.

– Í fjør var eitt stuttligt kappingarár hjá mær, har eg fekk nógva spælitíð og slapp at royna meg í bestu deildini. Havandi í huga, at tað var okkara fyrsta kappingarár sum sjálvstøðugt víkingalið, so vóru vit eisini heilt væl nøgdar við fjórða plássið, sigur Rakul Sørensen.

Hon leggur afturat, at nøgdsemið eisini fyri ein part botnar í, at Víkingur í fleiri førum vístu seg sum kappingarførar við tey ovaru liðini.

– Vit vóru ikki altíð langt aftanfyri tey ovaru liðini í dystunum, so vit føla eisini, at vit realistiskt kunnu sikta eftir at vinna á teimum í komandi tíðum, greiðir miðvallarin frá og sipar til eitt nú ein javnleik móti føroyameistarunum, KÍ og tveir sigrar móti silvurvinnarunum, NSÍ.

Miðalhampa lið í deildini
Tá hugt verður eftir stigatalvuni seinastu mongu árini, so var fjórða plássið í fjør hjá Víkingi í veruleikanum eitt sindur sum í 90 ára føðingardegnum: “same procedure as every year”.

Bæði sum felagslið við øðrum feløgum og heilt aftur í gulu og bláu GÍ tíðina, hava kvinnurnar í Sarpugerði støðugt verið at finna miðskeiðis á stigatalvuni. Altíð við, ongantíð aftast, men heldur ongantíð við heilt frammi.

– Tú fært meg ikki til at siga, at vit eru nøgdar við ikki at vera best, men vit mugu eisini viðurkenna, at hatta rættiliga ofta er júst okkara leiklutur. Vit stremba eftir at blíva betri alla tíðina, men eg føli ofta, at vit “mangla tað síðsta”. Ofta eru vit í jøvnum dystum, sum so í endanum koppa til mótpartin, so kanska mangla vit tann seinasta villskapin, um vit skulu vinna fleiri dystir, sigur blaðungi miðvallarin.

Sikta eftir heiðursmerkjunum
Hóast Rakul Sørensen í løtuni og fram til summarsteðgin gongur á ítróttaháskúla í Vági, so vónar hon aftur at kunna gera seg galdandi í ljósabláu víkingablusuni í ár, og málsetningurin er einfaldur.

– Eg ætli mær at stríðast fyri at endurvinna mítt pláss á liðnum, og sum lið arbeiða vit altíð fyri at flyta okkum rætta vegin, so í ár eiga vit at fara málrættað eftir einum heiðursmerki, sigur unga stjørnuskotið at enda.

——————

Tað verður Víkingur, ið fær heiðurin at sparka kappingarárið 2022 hjá kvinnum í gongd. Fyrsti dystur verður á Vágseiði í Vági í dag, sunnudagin 20. mars klokkan 15:00, tá nýggja liðið í deildini, TB/FCS/Royn tekur ímóti teimum ljósabláu. Hinir tríggir dystirnir í 1. umfari verða spældir týsdagin 22. mars.

Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo