Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- & vinnumálaráðið: Í Degi og Viku týskvøldið 26. mars varð m.a. sagt, at Føroyar hava, saman við Danmark, tikið undir við, at eingin námsvinna fyribils skal vera á havsins botni, sjálvt um prógv er fyri, at virðismikil málmur er í føroyskum øki.

Harvið varð lagt til grund, at Føroyar hava tikið avgerð um ikki at gera neyðugar forkanningar í sambandi við at leita eftir, við tí í hyggju at loyva, námsvinnu á landgrunni Føroya.

Hetta er ikki so.

Rætt er, at Føroyar hava tikið undir við, at eingin námsvinna enn skal vera á havsins botni í økjum uttan fyri løgdømi hjá strandarlondum, fyrrenn altjóða havbotnsmyndugleikin (ISA) hevur gjørt til neyðugt regluverk. Ráevni uttan fyri løgdømi eru nevniliga ogn hjá mannaættini og verður umsitið av International Seabed Authority.

Føroyar hava tó ikki tikið undir við, at eingin námsvinna skal vera á landgrunni Føroya.

Uttanríkis- & vinnumálaráðið fer, saman við avvarðandi stovnum, í næstum undir at fyrireika neyðugar kanningar, sum gerast partur av grundarlagnum, tá ið ein møgulig avgerð skal takast um at loyva leiting eftir steinsløgum á landgrunni Føroya í økinum norðan fyri Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo