Javnaðarflokkurin á fólkatingi: 1. mars skipar Javnaðarflokkurin á fólkatingi fyri almennum tiltakið um føroyska útlendingaøkið, útlendska arbeiðsmegi og ríkisborgararætt í Føroyum.
Vaksandi talið av útlendingum í Føroyum, ið serliga koma sum arbeiðsmegi, trokar á politisku skipanina at taka støðu til fleiri viðurskifti. Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar vísa á ymiskar møguleikar og avbjóðingar, og myndugleikar vísa á tørvin á integratiónsregluverki.
Vaksandi tilflytingin økir eisini talið av umsóknum um ríkisborgararætt í Føroyum. Danskir myndugleikar varða av økinum og nógv bendir á, at umsøkjarar um ríkisborgararætt í Føroyum vera rakt av skiftandi politiskum streymum í donskum útlendingapolitikki.
Hvussu ávirkar tað støðuna hjá útlendingum í Føroyum, tá ið landið tey búgva í ikki hevur ræðisrætt á ríkisborgararætti? Eru umstøðurnar hjá útlendskum starvsfólkum í Føroyum nøktandi? Eiga Føroyar at seta fleiri integratiónstiltøk í verk fyri at tryggja, at vaksandi talið av útlendingum gerast partar av samfelagnum á skilagóðan hátt?
Hesir spurningar og aðrir vera til umrøðu á tiltakinum “Rætt til ríkisborgararætt?”, sum verður í Perluni í Havn fríggjadagin 1. mars kl 13.00 - 15.00.
Á skránni verða framløgur, samrøður og kjak í samband við frágreiðing um evnið, sum Javnaðarflokkinum á fólkatingi hevur framleitt.
Javnaðarflokkurin á fólkatingi greiður frá tilgongdini hjá útlendingum í Føroyum at søkja um ríkisborgarrætt og kastar ljós á avbjóðingar. Løgmálaráðharrin luttekur og hugleiðir m.a. um ríkisborgararætt í Føroyum. Vinnuhúsið og Javnaðarflokkurin á fólkatingi leggja fram áskoðanir hjá ávikavist arbeiðsgevarum og útlendskum arbeiðstakarum í mun til útlendingaøkið í Føroyum. At enda verður orðaskifti við Kristonnu Winther Poulsen og Helga Abrahamsen úr rættarnevndini um útlendingaøkið.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo