Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Hvussu hita vit okkara egnu hús best? Og – hvussu gera vit grønar hitaloysnir, sum eru best fyri býlingin, bygdina, framtíðina? Orkuráðstevnan “Ósvart” verður høvi hjá øllum at fáa sær nyttuga vitan til síni egnu orkuval, og samstundis at hoyra nýggj boð uppá, hvussu vit skipa samfelagið so grønt, so ósvart sum gjørligt.

Tórshavnar kommuna skipar fyri ráðstevnu um orkuskifti og grøna upphiting í framtíðini 3. og 4. november. Ráðstevnan vendir sær til øll, sum hava hús at hita. Endamálið er at bera fólki so nógva og holla vitan sum gjørligt um upphiting, so tey fáa valt bestu, minst dálkandi og ódýrastu loysnir til síni hús.

Avgerðirnar, sum liggja fyri framman um hita og orku, eru tó ikki bert upp til einstøku húskini. Fjarhiti, vindorka, heitar keldur eru alt evni, sum krevja samfelagsligt kjak og planlegging. Tí verður ráðstevnan Ósvart eisini staðið, har størri ætlanir verða settar á dagsskrá.

Tórshavnar kommuna er í ferð við at gera eitt hita-atlas, har til ber at síggja, hvat slag av upphiting egnar seg til ymsu støðini og býlingarnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsta stigið av hesum atlassinum verður lagt fram á Ósvart hósdagin 3. november.

Ætlanin er at fólk, sum vitja ráðstevnuna, skulu hava møguleika at hitta veitarar, ráðgevar og serfrøðingar, og yvirhøvur at fáa ítøkiliga vitan við sær frá ráðstevnuni.

Við á Ósvart verða føroyskir og danskir serfrøðingar. Millum fyrilestrarhaldararnar verða Steffen Nielsen, PhD í orkuverkfrøði, sum hevur verið við til at gera hitaætlan fyri Danmark, Bogi Bech, professari og stjóri hjá donsku orkufyritøkuni Ørsted, Terji Nielsen, menningarstjóri og Helma Maria Tróndheim, PhD í elverkfrøði, sum menna og granska í orkuskiftinum hjá SEV, Jesper Koch, sum er greiningarstjóri hjá Dansk Fjernvarme, og mong onnur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo