Løgmálaráðið: Sálarlig viðgerð til ukrainsk flóttafólk er millum raðfestingarnar á fíggjarlógini fyri 2024, sum var samtykt seinnapartin í dag.
Tá Føroyar gjørdu av at taka ímóti ukrainum, sum flýddu undan krígnum, varð gjørt av, at hesir persónar skulu hava somu atgongd til heilsutænastur, íroknað sálarfrøðiliga viðgerð, sum aðrir borgarar í landinum.
Kortini hevur tað víst seg, at ymiskar avbjóðingar ikki verða loftaðar í nóg væl í verandi skipan.
Útlendingastovan hevur mælt til eina royndarverkætlan, sum inniber, at ukrainar í Føroyum, sum eru flýddir undan krígnum, fáa eitt fyribyrgjandi psykososialt tilboð og sálarfrøðiliga viðgerð í samstarvi við felagsskapin Beran, sum hevur drúgvar royndir við at stuðla og viðgera fólk í sorg. Við nýggju fíggjarlógini eru 825.000 kr. settar av til hesa royndarverkætlan.
"Eg fegnist um, at vit við raðfestingunum á fíggjarlógini kunnu seta í verk átøk, sum betra um sálarligu heilsuna hjá fólki í Føroyum, sum eru flýdd undan krígnum í Ukraina," sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo