Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Akkurát mánadagin tann 27. februar 2023 vóru 90 ár liðin, síðani tann ofta umrødda Ríkisdagsbrandin í Berlin, har nazistarnir royndu at skuldseta Tann kommunistiska Flokkin fyri at hava sett eld á tað hábærsliga Lógartingið.

Eldurin uppstóð fleiri staðni í bygninginum, og ein eksplosíon hoyrdist eisini.

Ein hollendskur kommunistur, sum æt  Marinus van der Lubbe bleiv "funnin" hálvnakin aftanfyri bygningin við svávulsdós í hondini.

Politiið helt, at teir høvdu funnið tann seka mannin, og van der Lubbe, sum ikki var nakar vitugur maður, dugdi illa at verja seg. Hann var tí deyðadømdur sum pyromanur.

Eftirsum tann neyðars Lubbe var kommunistur, skundaði Hitler sær at fáa presidentin Hindenburg til at góðkenna eitt forboð fyri, at KPD-flokkurin slapp at arbeiða..

Teirra ríkisdagslimir vórðu fongslaðir ella sendir heim og flokkurin slapp ikki at halda valg-fundir meira.

Øgiligar og heilt vitleysar slatrisøgur um, at kommunistar høvdu planlagt álop og terror móti serliga sakleysum týskum kvinnum og børnum vórðu í ramasta álvara kolporteraðar í týskum bløðum, sum ikki tordu at nokta upptøku av slíkum steinørum lygnum.

Tad var ein total dæmonisering av KPD.

Valgið skuldi vera tann 5. mars, og eftirsum kommunistar ikki sluppu at stilla upp, skuldi man trúð, at Hitler fekk reinan meiriluta, men tað fekk hann ikki.

Flokkur hansara fekk bara 44%, men tann borgarligi fólkaflokkurin, Deutsch-Nationale Volkspartei, sum var smáfascistiskur, fekk 8%, so tilsamans høvdu teir 52 % og harvið  absoluttan meiriluta.

Men Hitler hevði væntað sær og ætlaði sær eisini at fáa 66, 67 %, altso 2/3, ella kvalificeraðan meiriluta, sum krevst, tá ið man skal gera fundamentalar politiskar broytingar.

Nazistarnir máttu tí brúka hóttanir, mutur og stemmukeyp fyri at halda formalia og fáa  tey síðstu 15%, men tað fingu teir sjálvandi so við og við,  tí nógvir ríkiśdagsmenn vórðu kyniskt intimideraðir og hóttaðir við ymiskum repressalia, hvis teir ikki vildu akta og geva Hitler diktatoriskt politiska megi.

Um van der Lubbe var ósekur, veit man ikki, men hann kann ikki hava verið einsamallur, tí eldurin kyknaði upp á so nógvum støðum. Allarhelst hava Hitlers menn brúkt Lubbe sum syndabukk, og hann var tí av týskum statsadvokati "fríkendur" post mortem tann 1. januar 2008 fyri ásetta eldin.

Tann sera vitugi bulgarski kommunistleiðarin, Georgi Mikhailov DIMITROV var seinni eisini ákærdur fyri at hava sett eld á Ríkisdagsbygningin og staðið aftanfyri tann evnaveika hollendaran, Lubbe.

Dimitrov bleiv fastsettur og í fongslinum lærdi hann seg so væl týskt á høgum niveau, at hann var juridiskt førur fyri at verja seg í eini internationalari týskari process í Leipzig um heystið 1933.

Tað var eitt bragd og ein verðins-sensatión, og nazistarnir tordu ikki at støðga "sjónleikinum", sum kom í øll verðins bløð og eisini í radiosendingar. .

Hann vardi seg so elegant, at Rætturin noyddist at fríkenna hann, og hann bleiv tí nærmast ein verðinsstjørna, og helst tann fyrsti kommunistur, sum fekk stóra internationala sympati, so sum Trotskij  eisini fekk nøkur ár seinni.

Tiverri fekk Dimitrov vánaligt eftirmæli, ti hann bleiv leiðari av einum jarnhørðum stalinistiskum stýri í Bulgarien.

Virgar Tórarson Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo