Forsetin í Russlandi Vladimir Putin ávarar um at fara ísraelskir hermenn inn í Gazageiran fer tað at kosta lív.
- Og tað fer at kosta nógv lív. Høvuðsendamálið er at steðga einum blóðbaði, sigur forsetin sambært Reuters, skrivar norska Dagbladet.
Putin sigur víðari at Russland er tilreiðar at mekla millum partarnar í Ísrael-Palestina-ósemjuni.
- Ósemjan eigur at loysast á friðarligan hátt, sigur hann.
Putin er eftir 19 mánaðir framvegis drívmegin handan «hernaðarligu spesialoperasjónina» í Ukraina. Varnar metingar siga at fleiri túsund hermenn og sivil hava latið lív higartil.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo