Í Skúlablaðnum, sum er komið í dag, skrivar Olly Poulsen um danskt í fólkaskúlanum.
Hon staðfestir, at námsætlanin fyri danskt leggur upp til eina undirvísing í móðurmáli og ikki í fremmandamáli.
Hon hevur sjálv gjørt kanning, har niðurstøðan er, at næmingarnir eru ikki fegnir um frálæruháttin í donskum.
Teir halda, at tað er lítið áhugavert og lítið gevandi at hava danskt.
Greinin er hin fremsta í nýggja Skúlablaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo