Umhvørvisstovan: Elkundar hjá SEV kunnu seta upp smáverk – sólorkuverk og vatnorkuverk – at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á elnetið hjá SEV. Á henda hátt kunnu privatkundar og smærri vinnufyritøkur verða við til at geva sítt íkast til grøna orkuskiftið.
Serlig skipan er gjørd fyri smáverk upp til og við 200 kW. Skipanin er ætlað teimum, sum vilja framleiða elorku við sólpanelum og ella smáum vatnorkuverkum. Við hesi skipan verður gjørligt hjá vanligum privatkundum og smærri vinnufyritøkum at útvega sær egna grøna elorku úr sól ella vatni, samstundis kann elorka sum er til avlops seljast til elnetið hjá SEV.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo