Í skrivligum svarið til Grím Sundstein, løgtingsmann, um tunnil til Vestmanna, skrivar Dennis Holm m. a. at:
”Ein tunnil millum Leynar og Vestmanna verður mettur til at kosta umleið 950 mio. kr., við einum váðaískoyti uppá 40%”, tvs. at um vit taka prísin uttan váðaískoyti, so er hann uml. 678 mio. kr., og er tað ikki eiti á munur.
Síggi so framløgu av verkætlanini um Suðuroyartunnilin, og á skíggjanum kemur kostnaðurin fyri hesa verkætlan, 4,2 milliardir kr., men her er onki váðaískoyti á 40% at síggja.
Um váðaískoyti verður rokna uppí, líka sum tað verður gjørt fyri Vestmannatunnilin, so er prísurin 5,880 milliardir, og tað var tann prísurin sum átti at staði á skíggjanum.
Tað kann ikki verða rætt, at almennu mynduleikarnir á henda hátt villleiða okkum borgarar við tølum so tey passa best inn í teirra politikk.
Eg skal ikki siga, at hetta er gjørt við beráddum huga, men løgi er …….
Marner Joensen
Vestmanna
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo