Siti slotandi á Gamla Meiaríi, nú Tjóðpalli Føroya, og vænti mær nakað serstakt í kvøld. Onkran viðkomandi - av veruleika vovnan - veftur um tað løgna læknastríðið (1952-1955).
Blíð byrjan, tríggir tilkomnir menn dreiva um gólvið í síðum skjúrtum, ein yvirvaksin máni stendur í bakborð og kurpalslig rúgva av ymsum lutum í stýriborð. Uppi undir loftinum er stovugólv fest - øvut, snøgt við stólum og teppibelagt.
1. pallmynd
Leikgongdin festir í við, at nú fara nakrar dinglandi dukku-beinagrindir at samtala. Ein umboðandi tann sárt sárrakta Mykines-málaran, Sámal Elias, onnur stórreiðaran J. F. Kjølbro, og tann triðja skal lýsa bíbliutýðaran Victor Danielsen.
Tú gerst spyrjandi: Dukku-teatur? Og hví man høvundin velja júst hesar sum høvuðspersónar, sum ikki vildu - ella als ikki høvdu - nakað við hesa orrustuna at gera?
Hví ikki onkrar heldur meiri viðkomandi - eitt nú tann sáttliga vísmannin Fischer Heinesen (8 mánaðir í fongsli), tann einfalda Pól Kajer (4 mánaðir), hin hvatt-talandi Jóhan Húshamar ella onkran annan skemtara (um ikki mína egnu ótilstrekkiligheit)?
Tí skemtiligari hevði tað, ið hvussu so er, verið!
Ein onnur pallmynd í ongamannalandi
Ein Peter Kreeft, ph.d, professari í filosofi, valdi á sama hátt í djúpu og tankavekjandi bók síni “Betveen Heaven and Hell” at lata tríggjar menn úr avantgarduna (fremstu røð) - hvør á sínum øki - møtast til eksistentiella samrøðu onkrastaðni í universellum ongamannalandi.
Hesir vóru: C. S. Lewis (1898-1963), professari í litteraturi úr Oxford og Cambridge, hann var ateistur í mong ár, men bleiv trúgvandi kristin í 1929 (that night, the most dejected (mótfalna) and reluctant (óvilliga) convert (umvending) in all England).
Flestu børn í Føroyum kenna hansara “Narnia” seriu, og øll vaksin áttu at lisið bókina “Mere Christianity” (Det er kristendom), ið eisini finst á føroyskum.
Og John F. Kennedy (1917-1963), forseti í USA, humanistiskur katolikkur og eminentur talari, og so har afturat Aldous Huxley (1894-1963), panteistur (Gud er alt í øllum), pacifistur, heimspekingur og sum rithøvundur heimskendur fyri bestseljaran: “Brave New World“ (Fagri nýggi heimur).
Allir hesir tríggir mætu høvdu tað til felags, at teir doyðu júst sama dag, tann 22. november 1963.
Fyrst fór C. S. Lewis í Oxford, ein tíma seinni bleiv John F. Kennedy skotin í høvdið í Dallas og síðani Aldous Huxley, sum sovnaði við alla nakrar tímar seinni í Los Angeles, deyðsjúkur, við tað at kona hansara, Laura, eftir umbøn gav honum innspræning við 100 µg av LSD.
Hetta djúpt, hugfarsliga samskiftið millum Lewis, Kennedy og Huxley einastaðni “Millum Himmal og Helviti” runnu mær til hugs og mólu í huganum, meðan lokali nærverandi leikur livdi sítt egna dinglandi lív við fyrstu framførslu - hetta kvøldið á Tjóðpalli Føroya.
Alt hetta fylti huga mín, meðan høvuðsevnið, læknastríðið, bara fánaði fjarandi burtur í óveruleikans blátámi.
Ein løgin leikur - hvørs kjalarvørrur einans førdi til fleiri spurningar - út í bláan heim – uttan at veita nakað hóskandi svar.
Evnisval høvundans
Hetta, meðan tann lámkenda samskiftis-hespan í heilum slitnaði við fleiri leysum endum á heimliga pallinum í Havn.
Tílíkum endum, sum tað “forstáiliga” skrivið hjá Kjølbro um neyðuga politista-hjáveru (rætt/skeivt – er líkamikið!) tí hann kendi, at lívsverk hansara bleiv hótt - vegna skiftandi fráveruna av neyðugum fiskavrakarum.
Og at Mikines partú skuldi mála eina mynd av Kjølbro, sum hevði so øðiligt stikni til William Heinesen (!?). At Kjølbro átti “Betesda” – hann var har í nøkur og 40 ár - uttan ynski/krav um nakra serstøðu - meðan samkoman sjálv hevur yvir 100 ár á baki. Sjálvmorðið hjá kommandørkaptajninum á “Rolf Krake”. Og so tey veruleikafjaru orðini, sum Chr. Matras skuldi hava framborið - hesar hørðu ábreiðslur – sum eina eyðmerkta lýsing av Victor Danielsen við orðunum: “Helviti, Hatur og Hevnd!”.
Ja, hvat var hetta fyri nakað at koma við? Sum kendist mær so púra ófatiligt!
Chr. Matras og Victor
At tann sáttligi vísindamaðurin Christian Matras: skaldið, málmeistarin, týðarin av perlandi tignarsálmum hjá H. A. Brorson (Op, al den ting,..), altíð sámiligur í orðavali (sum onkur kundi lært nakað av) - skal hava grýtt hesi hissini leysakøstini yvir borð um/útyvir mentamannin Victor! Tað tykist mær ovboðið!
Ja, Victor, ið er okkara einasti bíbliutýðari, sum vit - til dagin í dag – enn hava átt. Aðrir hava við týtt partar. Meðan Victor hevur týtt ALLA Bíbliuna. Eins og tað bara er ein, Ovi úr Nólsoy, sum hevur róð ALLAN teinin úr Føroyum til Danmarkar!
Hómi tó nakað um, at Christian einaferð brúkti tey trý H’ini í fjálgari grein um Karsten Hoydal: “Hoyvík, Hoydalar og Hvítanes”.
2. pallmynd
Hon er ein merkilig, ein lofnað samrøða millum “Hin grábeinta” og beinagrindar-dukkuna “Victor”.
Pallmyndir 3. til 5.
Ein long leið. Rokalig. Onkursvegna við manglandi uppspæli til nakað viðkomandi sam- og/ella mótspæli til onkra støðutakan og/ella ávirkan, sum eitt nú hjá Henrik Ibsen (1828-1906) ella Ingmar Bergman (1918-2007), sum bæði listaliga í leiki, filmi og leikritum alsamt stríddust við tað torgreidda lívið.
Útiløgumaðurin Ibsen dvaldist í fjarløgu, og Bergman tókst við sítt átrúnaðarliga trauma fyri lívið eftir ein truplan uppvøkstur.
Nomið verður eisini við fleiri púra høpisleysar mytur. Hesar: um at ein stampur fyltur við dynamitti skuldi við vindinum reka yvir undir hekkuna á krígsskipinum og har bresta og skaða róðrið og skrúvuna? Og at fangaskipið “Ternan” var skjøldur fyri “Rolf Krake”!
Ja, men, hvør kundi stýra stampinum á málið? Og hvat um stampurin rakti fangaskipið “Ternuna” í staðin, so at skip og fongslaðu fólkini fóru í fillur?
Og hvussu langt mátti fjúsið vera (!?), (men táið ein sær hvønn Jóanes her styðjar seg til, so...) Onnur við hava skrivað um hesi aldeilis veruleikafjaru fyribrigdini sum eftirfarandi (!).
Eftir 6. pallmynd
Eftir sjey korter var leikur lokin og fylgdur til dørs við miklari klapping (nakað sum fyri “heiðurlig” tap í fótbólti). Helst ognað teim góðu og tíðum akrobatisku leikarunum eins og røddini hjá Annfinni Heinesen.
Tá er tað síðumaður mín, kent skald, spyr meg: Nú, hvat sigur tú?”. Eg: “Hetta má sodna.” Hann aftur: “Ja, má sodna!”. Men er nakað at lata sodna?
Tey løddu orðini
Hví hava so mong slíkt stikni til Victor Danielsen? Táið eg hinvegin eitt nú sjálvur hoyrdi Jóhan í Grótinum (Rasmussen) - sum legði rygg til Klaksvikar Tekniska Skúla - siga: “Hetta harmar meg! Tí tílíkir menn, sum Victor Danielsen, verða ikki føddir í hvørjum árhundraði!”.
Og hví nevna Gamla Sloan, (Brahmabellarnir s. 160), sum “prestahatarin og stovnarin av Brøðrasamkomuni í Føroyum, William Gibson Sloan”?
Meðan heiðursmaðurin, Magnus í Hússtovu (1890-1989), mong ár deknur í Mikladali, vísti okkum á tað fasta plássið hjá Sloan í kirkjuni, táið hann var í bygdini.
Og mong høvdu - og hava enn við - stikni til Jógvan F. Kjølbro; og ofta tey fólkini, sum ikki komu honum til øklarnar - hvørki virðiliga ella vinnuliga.
Og til hvørs endamáls?
Mørk og eftirgróður
Eingin ivi er um, at kunstur, listin, í orðum, tónleiki og myndum, hevur ávirkan og stóran týdning og eigur tí at hava langt boð og víðar ræsur til eftirtanka og mentanarliga kveiking, og eigur at vera ein slags spegil fyri tey forløg og avbjóðingar, sum støðugt koma fram á torg - eru uppi - í tíð og rúmi.
Men listin kann eisini ferðast á onkrum veruleikakendum, burðardyggum beiti – sær sjálvum til góða. Tak t. d. Stefan Zweig (1881-1942) “Heimurin frá í gjár”, “Stjørnuløtur” og ævisøgurnar “Marie Antoinette” og “Mary Stuart”.
Velja vit altíð okkara lívsleið?
Aksel Larsen (organiseraður kommunistur í 38 ár og stovnari av SF) sigur einastaðni: “...hvordan vi handler, er yderst betinget. TRAHIMUR – vi føres – var det ord kirkefaderen Augustin lod indgravere i sin signetring ... han var en af de største partiledere, der har levet. I ordene “vi føres” samlede han ligesom hele sit livs erfaring og visdom”.
Fleiri av mínum vinum fyri lívið hava verið á ytsta vinstravonginum (100% og limir í DKP), aðrir eru, sum eg fegin lesi: William Heinesen, Halldór Laxness (o.u. 90%?), meðan aðrir ferðast meiri “ad libitum” (í tørvi) kanska á tryggari á leið - sum populerir “pubertets-kommunistar/sosialistar” (c.a. 50 %?). Lætt at taka so synd í øðrum, táið ein sjálvur hevur sítt uppi á tí turra.
Við hetta rannsakandi hugtakið - um radikaliseraðan ungdóm - verður dvølt við í bókini “Herskin Herðindi” (s. 448): “ Fóru ikki fleiri av teim ungu tá yvir á eina eyka radikala politiska leið – hetta av tí órættvísa, beinharða læknastríðinum - og tað eftirfylgjandi søguliga hyklið frá teim “racistisku”, ósemjusøkjandi og “vinnandi” donsku/føroysku myndugleikunum?”.
Loksins
Jóanes Nielsen dugir væl at skriva. Í seinastu bók síni “Jarðarferðin” fer ein partur fram í Kina, har ið hann tekst við at lýsa umhvørvið har yviri, hóast Jóanes ongantíð, yvirhøvur hevur verið har.
Leiðin úr Havn og til Klaksvíkar undir Tangafirði tekur nú umleið 35 minuttir.
Um Læknastríðið hevur Jóanes einastaðni skrivað: “Í dag haldi eg, at tað ber til at siga, at Klaksvíksstríðið líka so nógv var ein løgin patologiskur (sjúkligur) tilburður sum eitt fólkaræðisligt krav”.
So harmiligt, Jóanes, harmiligt, at læknastríðið fyri tær enn i dag skal vera - “ein býur í Kina”?!
Við blíðum heilsum
Arnstein Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo