Vit hava hoyrt í fjølmiðlunum seinastu tíðina, at sparingar skulu til í politinum í Føroyum og nú er sjón fyri søgn.
Eg eri kunnaður um, at lykilin á politistøðini í Runavík verður snaraður um 1. oktober og tænasturnar, sum starvsfólkini á politistøðina hava veitt eysturoyingum, verða ikki at fáa longur har. Hetta eru tænastur, sum fólk hava verið glað og nøgd fyri at fingið í Eysturoynni.
Spurningurin er, hvørjar tænastur verða veittar í dag á politistøðini og sum nú 1. oktober ikki verða veittar framyvir.
Tænasturnar eru nógvar og eg nevni bara nakrar fáar:
- Umsóknir um arbeiðsloyvi og leingjan av arbeiðsloyvum
- Pass og koyrikort
- Revsiváttanir
- Váttanir um neyðsignal
Opið hevur verið fýra dagar um vikuna og tvey starvsfólk hava arbeitt har í nógv ár. Mær kunnugt hevur verið úr at gera hjá teimum. Tað sigur eisini nakað um vavið av tænastuni.
Eyðsæð er tí, at tænastustøðið hjá okkum í Eysturoynni lækkar munandi og tað er ikki í lagi!
Her mugu allar góðar kreftir á banan fyri at fáa hesa avgerð broytta – kreftir, sum kunnu hava ávirkan á støðutakanina.
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo