Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

So hevur løgmansskrivstovan fingið at vita frá feløgunum hjá øllum Føroya lógar-, búskapar- og samfelagsfrøðingum, at avgerðin at flyta Dátueftirlitið inn í Eysturoynna ikki var rætt handfarin.

Løgmaður tók hesa avgerð.

Men bæði fráboðanin og handfaringin var skeiv.

Málið varð ikki handfarið sambært galdandi mannagongdum, hóast mannagongdirnar eru púra greiðar.

Starvsfólkini vórðu til dømis als ikki hoyrd.

Akademikararnir siga í kór, at málið var ófyrireikað og óumhugsað.

Skal ein varðveita starvsfólk og tænastustøði, so má ein hugsa um trivnað og produktivitet.

Og tað fær mann ikki við at tvingsilsflyta fólk – um tey yvirhøvur lata seg flyta og ikki bara siga upp.

Bill Justinussen váttar í dag fyri opnari mikrofon, at staðsetingin er úrslit av einum politiskum rossahandli.

Bill var frá løgtingsins røðarapalli lopin í høvdið á Una Rasmussen í býttisligum klandri um plaseringina av Akstovuni.

Bill greiðir í útvarpinum í dag uttan at skammast frá, at løgmaður kallaði floksleiðararnar inn til fundar, har ein rossahandil varð gjørdur.

Uni fekk sítt og Bill fekk Dátueftirlitið flutt úr Havnini inn í Eysturoynna.

Fyrr í tíðini vóru tingmenn kortini so at sær komnir, at teir oftast krógvaðu rossahandlarnar.

Tað hendi seg onkuntíð, at fjølmiðlarnir fingu snevilin av onkrum, so var fjandin leysur í nakrar dagar, og so høvdu øll gloymt tað.

Nú ger mann rossahandlar fyri opnari mikrofon.

Viðgongur púra opið, at allar reglugerðir og fastar mannagongdir verða settar til viks, og at almennir stovnar nú verða fluttir úr Havnini og verða politiskt plasseraðir, har tað tænir atkvøðufiskarínum best.

Bill Justinussen fekk Dátueftirlitið í býti við Akstovuna.

Uni fekk sín vilja og Akstovurnar í Runavík og í Klaksvík verða miðsavnaðar í Gøtudali, har Uni Rasmussen býr.

Stjórin á Dátueftirlitinum er býráðslimur í Runavík – enntá formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sum helst skal góðkenna staðseting av nýggja Dátueftirlitinum.

Men hann hevur sambært sær sjálvum taðveitdenn onki við málið at gera.

Sambært Sprotanum merkir rossahandil óheiðurligur býtishandil millum politikarar, t.d. tænasta fyri tænastu til egnan fyrimun.

Vit kunnu bara vóna, at landsins lógarkønu klára at seta politisku skipanina uppá pláss.

Enn hevur løgmaður ikki ønt teimum aftur.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo