Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Rúni Djurhuus, stjóri og høvuðspartaeigari í Wenzel, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna

Rúni Djurhuus, stjóri og høvuðspartaeigari í Wenzel, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna

Rúni Djurhuus, stjóri og høvuðspartaeigari í Wenzel, er gestur í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna

Búskapur & Vinna: So bersøgin er Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel, í sendingini Búskapur & Vinna, sum verður sýnd á Rás 1 í Televarpinum í kvøld klokkan 19. Vertur í sendingini er Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, og saman viðgera teir báðir støðuna í bilasøluvinnuni í ljósinum av búskaparstøðuni.

1000 færri persónbilar árliga
Innflutningurin av nýggjum akførum higartil í ár er 25 prosent minni enn sama tíðarskeið í fjør. Hetta vísa fesk hagtøl, sum Akstovan kunngjørdi mánadagin í hesi vikuni. Innflutningurin av persónbilum er minkaður enn meira, heili 29%. Síðstu 4 árini er sølan av nýggjum bilum áhaldandi lækkað. Í 2019 blivu yvir 2200 persónbilar seldir, meðan talið í ár verður undir 1200, um gongdin higartil heldur áfram. 1000 færri bilar.

Tað er vælkent, at bilasølan er serliga viðkvom fyri broytingum í búskaparstøðuni. Buldrandi framgongd hevur verið í búskapinum síðstu 5 árini, meðan bilainnflutningurin er nærum hálveraður. Tí er tað neyvan konjunkturstøðan aleina, sum forklárar gongdina í bilasøluni seinasta árið.

Í feskastu hagtølunum kann eisini staðfestast, at innflutningurin av brúktum bilum er økt við yvir 50% higartil í ár, so talið væntandi verður áleið 400 bilar fyri alt 2024. At føroyingar eru farnir at innflyta brúktar bilar í stóran stíl er eitt nýtt fyribrigdi.

Ein onnur bygnaðarlig broyting á bilasølumarknaðinum er skiftið til elbilar, har grøna orkuskiftið veruliga hevur tikið dik á seg. Feskastu hagtølini vísa soleiðis, at yvir helmingurin av innfluttu persónbilunum eru elbilar. Hetta er fyrsta árið, at elbilasølan yvirhálar søluna av bensin- og dieselbilum.

Frá 100 til 1 plug-in bil árliga
Hetta eru nøkur av evnunum, sum Rúni Djurhuus fer at lýsa fyri hyggjarunum í sendingini í kvøld. Spurdur hvørt politisku vinnukarmarnir hava nakran týdning fyri virksemi teirra, er Rúni sera bersøgin:

“Politikarar gera av, hvørjar bilar vit selja! Politiska skipanin vil hava brúkaran at blíva meira grønan, og tað er fínasta slag, tí so fara vit yvir til at selja grønar bilar. Í ár hava vit stórt sæð bert selt elbilar. Men politikararnir blíva við at broyta skipanirnar við sera stuttum skotbrái og lurta ikki eftir okkum í vinnuni.

Sum dømi seldu vit inntil í september í fjør áleið 100 bilar við plug-in, sum jú er ein ávegis grøn loysn. Men knappliga broyttu politikararnir avgjaldsreglurnar, soleiðis at plug-in ikki verður sæddur sum ein umhvørvisvinarligur bilur longur. Frá degi til dags seldu vit ikki fleiri plug-in bilar, hóast tað er ein grøn loysn, ið hóskar seg væl her.”

Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 í kvøld klokkan 19. Eisini verður sendingin tøk á heimasíðuni hjá Televarpinum í komandi viku, har hinar 27 sendingarnar longu eru tøkar. Í sending 27 var høvuðsgesturin Suni Justinussen, stjóri í GroAqua, sum gjørdist Ársins Virki herfyri. Tann sendingin er nú tøk á netinum: Búskapur & Vinna - Televarpið (tv.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo