Í mai mánaði kemur heimskendi tónleikabólkurin Planetshakers til Føroya.
Planetshakers eru upprunaliga úr Australia, men hava seinnu árini verið sera virkin á altjóða pallinum. Síðani 1997 hava tey givið út meiri enn 20 altjóða fløgur og vunnið fleiri virðislønir.
Keldan í Skálafirði verður karmur um konsertina og er eisini samskipari av tiltakinum. Bólkurin er í hesum tíðarskeiði á konsertferð í grannalondum okkara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo