Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Svar til lesarabrævið “Johnny samanber perur og bananir”

Eg umhugsaði at lata vera við at svara ófantaliga persónsálopinum hjá Hans Jacob Thomsen, løgtingslimi fyri Javnaðarflokkin. Men tá Hans Jákup endar lesarabrævið við at sáa iva um míni motivir og seta spurning við trúvirðið hjá Búskaparráðnum, kenni eg meg noyddan at svara.

Tað er neyðugt og skilagott at hava slíka ráðstevnur, sum ráðstevnan í Løkshøll farna fríggjadag, har ymisk búskaparfaklig sjónarmið koma fram. Eisini hóast hesi sjónarmið ikki eru beint í tráð við hugsjónina hjá øllum í landsins leiðslu. Búskaparráðið má hava dirvi at skipa fyri slíkum ráðstevnum, har serfrøðingar uttanífrá siga sín hugsan, hartil hava dirvi at endurgeva boðskapin og ikki lata seg typpa av slíkum lesarabrøvum. Annars røkja vit ikki okkara uppgávu sum Búskaparráð.  

Lesarabrævið hjá løgtingsmanninum er ein røð av strámansgrundgevingum, har hann leggur mær orð í munn og vevur tað saman til ein peruvelling. Hans Jacob man onkursvegna hava misskilt tað, sum bleiv ført fram. Búskaparráðið skipaði fríggjadagin fyri ráðstevnu um tilfeingisgjøld á fiskivinnuna og tøkugjald á alivinnuna, har vit høvdu bjóðað serfrøðingum úr Noregi og Íslandi at leggja fram. Í tí sambandi var eg í Degi og Viku um kvøldið og greiddi frá nøkrum av niðurstøðunum og boðskapunum á Ráðstevnuni. Boðskapir, sum fyrilestrarhaldarar førdu fram. 

Alivinnan hevur ráð at rinda meira til felagskassan
Í míni samanumtøku við endan av ráðstevnuni vísti eg á, at Ragnar Nystøyl, analytikari frá Kontali, hevði víst okkum fíggjarlig lyklatøl, ið vísa, at føroyska alivinnan hevur nøkur sera góð úrslit og tí – og nú siteri eg beinleiðis meg sjálvan: “hevði ráð at rinda munandi meira til felagskassan, sum hon eisini hevur gjørt í mun til norsku alivinnuna higartil.” Hetta stendur í beinleiðis andsøgn við páhaldið hjá Hans Jákup Thomsen um, at eg vil vera við, at alifyritøkurnar í Føroyum longu gjalda nóg mikið í tøkugjaldi. Ein og hvør kann fara inn á videoupptøkurnar frá Ráðstevnuni á YouTube og staðfesta, at hetta vóru orð míni.

Eisini segði eg – bæði í míni samanumtøku á ráðstevnuni og í Degi og Viku – at fleiri av framløgufólkunum á ráðstevnuni vístu á týdningin av, hvussu skipanin til at uppkrevja til felagskassan verður gjørd. Hetta tí vandi er fyri, at um skipanin verður skeivt skrúva saman, kann hon minkað munandi um íløguhugin í alivinnuni, sum so aftur minkar um vøksturin í alivinnuni framyvir. Hetta vil tá í síðsta enda eisini ganga útyvir inntøkurnar til felagskassan.

Norska stjórnin ætlar at taka munandi minni inn
Í lesarabrævinum førir Hans Jacob Thomsen fram, at eg skal hava gjørt ein feil við at vísa til, at Karen Helene Ultveit-Moe í síni framløgu sipaði til, at um hennara uppskot bleiv sett í verk, hevði tað givið felagskassanum 7 milliardir norskar krónur árliga. Í míni samanumtøku á ráðstevnuni og í samrøðuni í Degi og Viku vísti eg á, at hesar 7 milliardir norsku krónurnar svaraðu til 305 milliónir krónur í Føroyum, tá norska alivinnan er 15 ferðir so stór sum tann føroyska. Og at tann føroyska alivinnan longu í dag rindar nærum hesa upphædd.

Hans Jákup vil vera við, at tað eru faktuellir feilir í hesum roknistykkinum. Sambært honum er feilurin, at uppskotið hjá Karen Helene stavar frá 2019, so tær 7 milliardir krónurnar áttu at verið meira í dag, nú lønsemi í alivinnuni er so nógv betur.

Tað er rætt, at alivinnan er munandi meira lønandi í dag. Men fara vit í smálutir og kaga í ítøkiliga lógaruppskotið frá norsku stjórnini frá 28. september 2022 til nýggjan laksaskatt, sum byggir á frágreiðingina hjá Karen Helene, metir norska fíggjarmálaráðið, at árligu inntøkurnar frá nýggja gjaldinum verða 3,8 milliardir norskar krónur. Umroknað til føroysk viðurskifti er tað 165 milliónir krónur árliga.

Soleiðis er ikki talan um faktuellar feilir í samanbering mínari, men heldur onkur misskiljing hjá Hans Jacob. Harvið er ikki sagt, at føroyska alivinnan ikki kann rinda meira – tvørturímóti. Í roynd og veru verða inntøkurnar til norska felagskassan helst væl hægri enn bæði Karen Helene og norska fíggjarmálaráðið mettu.

Føroyska alivinnan ger munandi størri íløgur enn norska
Síðani vil Hans Jacob eisini vera við, at tað er ein feilur, tá eg “als ikki tekur atlit til, at føroyska náttúran er nógv betri egnað til laksaaling enn tann norska”. Páhaldið er, at tilfeingisrentan frá náttúrunar hond tí er munandi størri enn í Norra. Aftur er talan um ein strámann, sum løgtingsmaðurin roynir at berja niður, tí eg havi ikki sagt, at føroyska alivinnan ikki skal rinda meira enn tann norska. Tvørturímóti. Hinvegin skal havast í huga, at tað á ráðstevnuni eisini kom fram, at føroyska alivinnan hevur gjørt munandi størri íløgur enn tann norska alivinnan. Kontali hevur skjalfest, at síðani 2015 hava íløgurnar hjá norsku vinnuni verið áleið 4 kr/kg, meðan føroyska alivinnan hevur gjørt íløgur fyri yvir 12 kr/kg. Um somu leið er skuldin hjá alivinnuni økt munandi. Hetta eru týðandi fakta, sum politiska skipanin sjálvandi eisini eigur at hava í huga, tá gjøldini verða ásett. Serliga tá hugsað verður um møguleikarnar fyri framhaldandi vøkstri komandi árini.

Ultveit-Moe mælti frá at brúka fleiri mørk í stiganum
Triði feilurin, ið Hans Jacob vísir á, er enn ein strámaður. Hann leggur meg undir at borðreiða við skeivleika við at vísa á tað óhepna í eini skipan við fleiri mørkum fyri marknaðarprísin, har skattasatsurin verður øktur leypandi. Roknistykkið er, at um marknaðarprísurin júst fer upp um markið við einum oyra, vil tað viðføra yvir 100 milliónir krónur meira í skatti. Hetta kemst av, at skatturin verður tá roknaður av øllum umsetninginum. Poengið er ikki, at alifyritøkurnar neyðturviliga koma at rinda ov nógv, tí tað kann jú saktans venda hinvegin, har landskassin fær 100 milliónir krónur minni, tí marknaðarprísurin støðugt rakti eitt oyra niðanfyri markið. Hetta er boðskapurin sum millum annað Karen Helene Ultveit-Moe førdi fram á ráðstevnuni. At tað er ein óheppin skipan, sum elvir til óneyðuga stóran ótryggleika og óvissu um avgjaldið fyri báðar partar. Ultveit-Moe mælti Landsstýrinum heldur til at brúka færri mørk og áleggja ein hægri sats fyri at fáa somu inntøku.
 
Hetta íkastið er skrivað við vón um eitt meira fakliga grundað kjak um áseting og uppkrevjing av tilfeingisrentu frá høvuðsútflutningsvinnum okkara. Tí tað var endamálið við ráðstevnu okkara fríggjadagin, sum aðrir politikarar úr bæði samgongu og andstøðu annars tóku væl ímóti. Tilfarið frá ráðstevnuni er tøkt á heimasíðuni hjá Búskaparráðnum: Ráðstevna um tilfeingisgjald mars 2023 (landsbankin.fo)
 
Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo