Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Strangar reglar

Nýggja persóndatalógin kemur væntandi skjótt til Føroya. Tað finnast ein røð av strangum reglum, sum m.a. seta krøv um greitt samskifti. Krøv um, at data um kundar og viðskiftafólk eru trygg og vera verandi í FØ/DK/ES. Krøv um, at vit mugu tryggja tykkum, at óviðkomandi ikki hava atgongd til persónsdata.

Fyritøkur og stovnar, sum samstarva við fyritøkur í ES, mugu longu nú halda nýggju lógina

Nýggja persónsupplýsingarlógin er á veg til Føroyar, men um tú samstarvar við fyritøkur og stovnar í ES, mást tú halda nýggju lógina í ES.

Stórar bøtur

Við nýggju ES-reglunum eru bøturnar hækkaðar munandi. Framyvir kann tað kosta upp til 4% av árliga umsetninginum, um tú ikki livir upp til reglurnar. Reglur, sum eisini eru galdandi fyri føroyskar fyritøkur, ið samskifta við ES og sum eftir ætlan verða settar í gildið í Føroyum eisini.

GDPR | ES-reglur | Cloud computing vm. frá A-Z | Lær tað frá grundini!

Kom og lær reglurnar um varðveiting av persónsupplýsingum. Grundskeið frá A til Z.

Upplýsingar um fólk – teg og meg – eru at finna allastaðni. Serliga eru teldutøku upplýsingarnar nógvir í tali. Tú – og tínir kundar og viðskiftafólk – koma alt oftari fram á hugtøkini

  • GDPR
  • Cookies
  • Cloud computing
  • Sosialir miðlar
  • Talgild oyðubløð
  • E-boks
  • Dropbox
  • Upprættan og viðgerð av málum í telduni
  • Talgildar undirskriftir við Penneo/E-signatur

Harafturat verður tú alt oftari biðin um at senda ymiskar upplýsingar umvegis teldupost ella at tøppa teir inn í eitt oyðublað á netinum.

Gjørt tú okkurt av hesum >> eigur tú at seta teg inn í lógina


Arbeiðir tú á einari HR deild og liggur tú inni við skrásetingum um ávaringar ella uppsagnir?

Arbeiðir tú við fólki, sum terapeut, psykolog ella við aðrari ráðgeving? Skrásetir tú, hvat tey hava sagt, fyri betur at kunna hjálpa teimum víðari? 

Arbeiðir tú á einari KT-deild og hevur tú atgongd til nærum alt, sum hevur við tykkara arbeiðspláss at gera? Eisini persónsupplýsingar?

Arbeiðir tú á einum skúla og skrásetur tú ymiskt um næmingarnar hjá tær? 

Arbeiðir tú á einum ellisheimið ella í sjúkrahúsverkinum og hevur tú atgongd til følsamar upplýsingar?

Arbeiðir tú í einum banka ella tryggingarfelag, har tit hava følsamar upplýsingar liggjandi um tykkara viðskiftafólk?

Arbeiðir tú á einum apotekið, har tú hevur atgongd til heiluvágsnýtsluna hjá fólki? 

Biðja tit ofta fólk um at senda tykkum persónsupplýsingar við teldupost?

Kom á skeið 30. november og lær tað frá A-Z

TEKNA TEG HER ella ring til Synergi 322355

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo