Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag skrivaðu seinnapartin undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. apríl 2023. Partarnir handaðu krøv tann 6. september 2023. Síðani hava fleiri fundir verið, áðrenn stígur kom í samráðingarnar í februar 2024, meðan Føroya Pedagogfelag fyrireikaði seg til aðalfund.
Síðani nýggj nevnd og forkvinna, Sanna á Løgmansbø tóku við leiðsluni í Føroya Pedagogfelag fyrrapartin í mars 2024, hava partarnir havt nakrar samráðingarfundir.
Samráðingarnar bóru á mál í dag mánadagin 29. apríl 2024.
Sáttmálaskeið og lønarhækkan:
Semjan er fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2023 til 31. mars 2026. Lønarhækkanin samsvarar við hækkanina, ið onnur feløg hava fingið:
-
Tann 1. apríl 2023 hækkar lønin 3,8%
Tann 1. januar 2024 verður galdandi lønartalva dagførd við lønarlyftinum til ávikavist námsførðingar, atstøðingar og hjálparfólk.
-
Tann 1. apríl 2024 hækkar lønin 4,2%
-
Tann 1. apríl 2025 hækkar lønin 4,45%
Partarnir eru samdir um dagføringar og tillagingar um m.a.
Broyting í eftirlønini:
-
Eftirlønin til fastløntir námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnaøkinum fer úr 12% upp í 13% tann 1. januar í 2025
-
Fastlønt hjálparfólk á landsins stovnum fara úr 12% upp í 13% í eftirløn tann 1. januar 2025.
Broyting í skalagongdum:
Broytingar eru avtalaðar í skalagongdini hjá ávikavist námsfrøðiligum ráðgevum og hjálparfólkum við pedagogiskari ábyrgd, galdandi frá 1. juli 2024.
Førleikaviðbøtur:
Hjálparfólk fáa nýggja áseting um førleikaviðbót fyri serstakar førleikar í sáttmálan.
Aðrar broytingar:
Tillagingar eru gjørdar í ásetingum um m.a. starvsaldur, starvslýsingar, barnsferð v.m.
Partarnir hava gjørt avtalu um í sáttmálaskeiðinum at gera ymiskt felagsarbeiðið m.a. at gera eina nýggja og meira einfalda lønartalvu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo