Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Føroyar, Grønland og Danmark taka nú enn eitt stig á leiðini at nútímansgera ríkisfelagsskapin.

Stjórnirnar í teimum trimum londunum hava í eina tíð samstarvað um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitik.

Samstarvið verður nú víðkað til lóggávutingini í ríkisfelagsskapinum.

Avtala er gjørd millum uttanríkispolitisku nevndina í fólkatinginum og uttanlandsnevndirnar í Føroyum og Grønlandi, um at hittast regluliga at umrøða trúnaðarmál.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi fegnast um, at fyrsti fundur millum nevndirnar verður í Grønland í samband við ríkisfundin 6. – 9. juni. Hesar dagarnar hittist eisini samstarvsráðið millum stjórnirnar.

“Hetta eru stórtíðindir og ein skilagóð avgerð, sum uttanlandsnevndirnar hava tikið stig til. Tað er av alstórum týdningi, at vit fólkavaldu í Føroyum, Danmark og Grønlandi fáa møguleikan at viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjumál í trúnaði. Felags vitan um hesi viðurskifti fer at skapa eitt betri avgerðargrundarlag”, sigur Anna Falkenberg.

Eitt betri samstarv millum uttanlandsnevndirnar hevur verið eitt hjartamál hjá Sambandsflokkinum í nógv ár – og var partur av valskrá okkara til seinasta fólkatingsval. Sambandsflokkurin á Fólkatingi sær tað sum eina styrki, at føroysku flokkarnir standa saman í hesum málinum at stovna eitt nýtt samstarvsráð á parlamentariskum stigi.

“Samstarvsráðið millum stjórnirnar var ein dagføring og nútímansgerð av ríkisfelagsskapinum, og nýggja samstarvið millum uttanlandsnevndirnar er enn eitt tekin um, at tað ber til at nútímansgera viðurskiftini millum tey trý londin í ríkinum”, sigur Anna Falkenberg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo