Parkinsonfelagið: Mikukvøldið tann 17. mai kl. 18:00 skipar Parkinsonfelagið fyri almennum fundi í Skótahúsinum í Runavík.
Sára Olsen fysioterapeutur og Birita Thomsen kropsterapeutur, koma at greiða frá Rehabiliteringsuppihaldið fyri fólk við Parkinson á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Fólk eru vælkomin at seta fram spurningar.
Eisini bjóða vit ein drekkamunn við einum góðum práti aftur við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo