Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2013 læt Tórshavnar Kommuna viðurkendu verkfrøðingastovuni Rambøll upp í hendi at gera eina ferðslu‐  og parkerings greining  av miðbýnum í Havn. Í hesari kanning verður staðfest, at ferðslan glíður hampiligt til dagligt, men í háferðslutíð er so mikið nógv ferðsla, at tað ikki er ráðiligt at ferðslan økist meira.

Í kanningini verður staðfest, at í tráð við at ferðslan økist ár fyri ár, er tað umráðandi, at kommunan byggir fleiri langtíðar parkeringspláss, so at tey sum arbeiða í miðbýnum hava møguleika at stilla bilin frá sær. Samstundis verður staðfest, at tað ikki er ráðiligt at fleiri p‐pláss verða gjørd í sjálvum miðbýnum, men í staðin skulu hesi vera í útjaðaranum á miðbýnum.

Tað vil siga, at økingin av p‐plássum skal gerast har langtíðar plássini eru í dag, ella við at gera parkeringstunlar undir Havnina.  

Tað er eyðsæð, at um tað verður bygt eitt p‐hús niðri við Steinatún, sum sitandi býráðssamgonga er í ferð við at loyva, fer hetta at økja um ferðsluna enn meira enn hon er í dag. Samstundis er tað vert at leggja til merkis, at ferðslugreiningin hjá Rambøll bleiv gjørd í 2013. Tað er einki at ivast í, at ferðslan er økt munandi síðani tá, nú Eysturoyartunnilin er opnaður, stórur fólkavøkstur hevur verið í fleiri ár og ikki minst síðani tað eru komin fleiri ferðsluljós á ringvegnum.

Støðan fer neyvan at batna tá Sandoyartunulin opnar um skamma stund.

Tað er tí sera umráðandi, at Tórshavnar býráð brettur upp um armar, og fylgir ráðunum frá serfrøðini.

Borgarstjóri okkara var fyri stuttari tíð síðani í miðlunum,  har hann greiddi frá, at ætlanin er at rudda havnarlagið frá Kongabrúnni og út til Havnarskrivstovuna. Hetta økið skal millum annað brúkast til Tjóðleikhús, sum sjálvandi má hava eitt stórt parkeringspláss fyri at nøkta tørvin tá stór tiltøk eru. Hesi plássini kunnu brúkast sum langtíðarparkering um dagin og til gestir í leikhúsinum um kvøldið.

Tað er sjálvandi sera harmiligt at tað nýggja økið sum verður til taks á havnarlagnum skal fyri tað mesta brúkast til parkering.

Tískil skjóta vit upp, at býráðið fylgir ráðunum sum undanfarna býráð kom við, um at byggja ein parkeringstunil undir Havnina. Hesin hevði verið við til at loyst nógvan trupulleikar, so sum parkeringstørvin í nógv á fram í tíðina, ein ringveg undir Havnina, sum hevði minkað um ferðslutrýstið í miðbýnum og um parkeringin ikki tekur alt plássið á tí nýggja havnaøkinum, gevur hetta sera nógvar, størri og spennandi møguleikar til íbúðarbygging, handlar, matstøð, grøn økir og annað.

Hetta er eisini ein loysn, sum Rambøll vísir á í sínari kanning.

Vit vilja enn eina ferð heita á Tórshavnar Býráð um at hugsa seg sera væl, um áðrenn býráðið letur einum privatum upp í hendi at taka sær av parkeringstrupulleikunum í Miðbýnum í okkara vakra býi. Fylgirnar av   einari skeivari avgerð hesum viðvíkjandi eru sera stórar. Ikki bara tað at ein óhugnaliga stórur bygningur verður bygdur mitt í Miðbýnum, men at hesin ikki á nakran hátt er í samljóð við umhvørvið, har hesin skal staðsetast og at ferðslan frá hesum verður leidd inn í okkara hugnaliga og friðarliga býarpart, sum førir til nógva óneyðuga ferðslu.

Tórshavnar Býráð hevur jú í nógv ár roynt at fáa ung fólk at flyta oman aftur í Miðbýin. Hetta er eydnast sera væl, tí tað eru nógvar nýggjar familjur, sum hava sett búgv í hesum gamla býarparti og hava hesar familjur fingið nógv børn, sum spæla og trívast í hesum tronga og hugnaliga umhvørvi.

Tað er tískil okkara vón, at Tórshavnar býráð ikki tekur undir við hesari ætlaðu broyting av byggisamtyktini, men í staðin heitir á byggiharran um at halda seg til galdandi byggisamtykt, sum millum annað loyvir at byggja íbúðir, so at vit fáa enn fleiri fólk at búleikast og trívast í Miðbýnum.  

Tað er ikki neyðugt altíð at fara út um tað, sum galdandi byggisamtyktir loyva.  

Vinarliga
Felagið “Grannalív”
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.
Eyvind Akraberg Hansen og Erland Viberg Joensen.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo