Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt, tá dagtilhaldið fyri minnisveik lat upp á Glyvrum 23. juni 2020:

Einaferð í fyrru helvt av sekstiárunum, í hinari øldini, fluttu vit úr Syðrugøtu út á Glyvrar at búgva í nýsmíðaðum húsum Fyri uttan Garðar. Harvið gjørdust vit næstu grannar hjá eitt nú Símuni og Bettu við Stein. Símun hevði verið fiskimaður - trolaramaður, var navigatørur, men hann legðist seinri uppi og fór at arbeiða í byggivinnuni. Betta vaskaði skúlan og arbeiddi í mong ár á Bakkafrost.

Tey áttu hendan teigin millum húsini, millum grannar, partur av Steinagerðinum, og hann var sjáldsama væl veltur og røktur. Gróðurin var burturúr góður, taðað varð við dygd, og tey mundu vera millum tey seinastu húsini í bygdini, sum høvdu kúgv, - minnist meg rætt heilt fram í endan á sekstiárunum. Var tað ikki fyri eina abbadóttir, segði Símun, so hevði hesin grøni bletturin – bygdarinnar flottasti fløttur - verið liggjandi sum ein oasa. Hann rópti teigin Paradísið - vit vóru samd, - og hann var tað fyrsta vit sóu úr køksvindeyganum á morgni og seinasta visuella myndin sum fjaraði úr eygunum áðrenn niðurfaring á kvøldi.

Fyri uttan garðar er eitt gyrðið hugtak í bygdum sum gerast partar av býi og vaksa seg alt størri. Sohvørt sum menn løgdu traðir inn fluttu garðløgini, og nú er lítið eftir av garðinum norðanfyri her vit standa, sum einaferð var skilnaður millum innmark og útmark. Kortini er hetta fráboðan um menning. Boðan um vaksandi manntal og fræg livilíkindi við ein av frægu firðum landsins.

Høvið í dag er eisini úrslitið av menning. Stórviðurin í einum vælferðarsamfelag sum okkara, er ikki konstrueraður fyri at lívga um hjá teimum, sum hava ovmikið frammanundan. Roknað verður við, at hesi klára seg sjálvi, somikið væl, at nakað kann fara í umfordeilingina, sum aftur tryggjar at hæddirnar, sum sosiali elevatorurin ferðast ímillum, gerast so fáar og lágar sum gjørligt. Eitt av heimsins tímiliga ríkastu samfeløgum skal eiga ráðini at taka sær av teimum, sum fáa avbjóðingina ikki at megna gerandisdagin so væl sum einaferð.

Eftir at eldraøkið varð flutt úr almenna geiranum, hava kommunurnar fyri part havt sama leiklut sum Almannaverkið á fleiri økjum. M.a. táið tað snýr seg um viðurskiftini hjá teimum minnisveiku, býtt eftir demarkatiónslinjuni +67 og -67. Tí hava vit eisini eina markamótanevnd, ið tekur sær av tvistum millum partarnar. Yvirhøvur hevur tað gingið sum eftir ánni, og fyri okkara part – sum umboða tey 67 ára gomlu og eldri - hava vit skipað okkum soleiðis, í Roðanum, at ein deild fyri minnisveik er á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík og dagtilhald í doktarahúsunum á Skála.

Saknur hevur í longri tíð verið á einum dagtilboði fyri andfarin undir 67 ár í økinum Eysturoy-Norðoyggjar. Á forsíðum og í loftbornum miðlum hava vit fingið at vita, at teinurin higani suður í Skotarók hevur verið ov drúgvur og avbjóðandi, og gott var tað, at almenni myndugleikin á økinum nú fekk skipað seg soleiðis, at teinurin er innanvert ein væl minni radius enn frammanundan, hjá teimum, ið hava brúk fyri tænastuni.

Eigur tú ikki onkran í fjølskylduni, ella millum vinir og kenningar, sum er álopin av kámaðum minni, er tað trupult at skilja ta avbjóðingina. Tað kann koma sum snarljós av himni ella tað kann vera, sum tá terna skjýtst niður á egg. Tað sum bar til í gjár – ber ikki til í dag. Menn ganga við síðuna av sær sjálvum og konur, sum hava stákast í sama køki í meiri enn hálva øld, mala á kúluni og kumpassin tykist mala í klingur. Tá er tað at samfelagið skal koma til hjálpar. Seta eina skorðu undir, soleiðis, at dagurin kann kennast so vanligur sum yvirhøvur gjørligt. Fleiri í mínari egnu slekt hava liðið og líða av hesum, at minnið kámast, táið komið var ella er nakað upp í aldurin, og tíbetur hevur kollektivið – samfelagið – stuðlað undir gerandisdag teirra soleiðis, at tey fingu eitt búpláss ella tilboð um dagtilhald, soleiðis, at tey nærmastu og avvarðandi eisini kundu fáa gerandisdagin at hanga saman so frægt sum til ber.

Nú hevur Erika Lómstein í Oyndarfirði verið frammi í miðlunum og greitt føroyingum frá sínari og teirra støðu. Vænti at tað er ein af fleiri orsøkum til at vit standa her í dag. Vit bæði eru nærmasta slekt úr Syðrugøtu. Mamma plagar at tosa um, hvussu væl hon var fyri sum heilt lítil smágenta, hon tosaði við hesar gomlu steggjarnar, ið illveðursdagar óku framvið skivuni í handlinum hjá abba mínum í Grógv, sum var hon ájøvn við teir í aldri. Braneggjað. Bakkaði ikki fyri nøkrum.

Fyri heilt fáum árum síðani hevði eg í Kastrup floghavnini sett meg í eitt setur dygst úti við gluggan í stýriborð - í einum av flogførunum hjá Atlantsflogi. Nú daga Erika og Leif fram úr fráfaringartunlinum, og tey sessast mær undir lið, - Erika undir liðini á mær og Leif undir liðini á henni. Alt kendist púra normalt. Jarnfuglurin hjá tjóðarflogfelagnum lætti sær á, og prátið, sum eg hevði væntað fór at snúgva seg um slekt og gamlar dagar í heimbygdini, sum vit áttu í felag, Syðrugøtu, gjørdist ein størri skelkur. Tað liggur til slagið at vera bersøgið, og hon legði alt á blik um sína støðu. Læknavísindin hevði nú staðfest eina eirindaleysa diagnosu á heilsuvitjanini í Keypmannahavn, unga daman undir mínari vinstru lið var byrjandi minnisveik. Tað kendist ikki so tann dagin, men seinri hava vit øll í miðlunum frætt, at søgan og støðan ikki er batnað síðani.

Umboðandi borgararnar í Runavíkar kommunu og alt økið eystanfyri Sundalagið, tori eg siga, takki eg hjartaliga fyri, at almenni myndugleikin sá tørvin og gjørdi nakað fyri at ganga honum á møti. Tilboðið í Føroyum á hesum mótinum verður nú tvífaldað, og er hetta eitt átak sum prógvar, at politiska vælferðarkreddan á hesum økinum, líkamikið hvør ið ræður fyri borgum í landinum, er, at sosiala trolið undir samfelagnum er so smámeskað sum yvirhøvur gjørligt.

Skal eisini heilsa frá mammu mínari, hon situr her, - eksklusivt boðin sum tykkara næsti granni. Hon bjóðar tykkum vælkomnum í Paradísið hjá Símuni og Bettu við Stein - og hon fegnast sum vera man um, at lív nú aftur er í húsunum fyri sunnan.

Mátti byrurin verið brúkarum og starvsfólki blíður í ókomnum døgum, vikum og árum og mátti hendan skorðan verið tykkum og okkum til signingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo