Kommunuval verður 8. november, og ikki færri enn 50 fólk bjóða seg fram at stýra Vága kommunu næstu fýra árini. Av teimum 50 sleppa 11 í Vága býráð.
Tað eru fýra listar ið stilla upp til valið, teir eru: Borgaralistin, Trivnaðarlistin, Fólksinslisti og Nýggi listi.
Umboð frá teimum fýra listunum hava tikið stig til, at skipað fyri pallborðsfundi í skúlanum á Giljanesi hóskvøldið klokkan 19:30. Ingolf S. Olsen verður orðstýrari.
Øll eru vælkomin til pallborðsfundin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo