Páll Vang andaðist týsdagin 3. januar, 73 ára gamal, og jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju sunnudagin klokkan 14.
Páll Vang var landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í samgonguni ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin árini frá 1981 til 1985. Hann umsat lógar-, samferðslu-, landbúnaðar- og heilsumál í landsstýrinum.
Hann var eisini býráðslimur í Tvøroyra kommunu eitt áramál og sat sum borgarstjór árini frá 1993 til 2000, tá hann legði frá sær vegna sjúku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo