Aðalfundur hevur í dag verið í Altjóða Oyggjaleikanevndini (IIGA). Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at Oyggjaleikirnir 2021, sum skuldu verða á Guernsey, verða útsettir. Á aðalfundinum bleiv áherðsla løgd á, at Oyggjaleikirnir verða útsettir og harvið er ikki talan um eina avlýsing av Oyggjaleikunum á Guernsey.
Avgerðin at útseta Oyggjaleikirnar er tikin í samráð millum fyriskipararnar á Guernsey og Altjóða Oyggjaleikanevndina, og er grundað á Covid-19 støðuna.
Sí eisini viðhefta tíðindaskriv frá Altjóða Oyggjaleikanevndini og video við heilsan frá formanninum í Oyggjaleikanevndini Jorgen Pettersson: https://vimeo.com/461439807/c9dab8bebe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo