Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Løgmansskrivstovan: Á Guernsey í summar, varð avgjørt, at Oyggjaleikirnir 2031 skuldu vera í Føroyum. Leikirnir 2027 skuldu eftir ætlan vera á Ynis Môn, men av serligum orsøkum hevur Ynis Môn trekt seg.

Føroyar hava tískil fingið í boði at vera vertir fyri Oyggjaleikunum longu í 2027. ÍSF hevur tikið av møguleikanum.

Føroyar vóru vertir fyri Oyggjaleikunum í 1989. Nú, næstan fýrati ár seinni, hendir tað aftur. Talan verður um 24 luttakandi tjóðir og góðar 3.000 íðkarar, sum koma til Føroya at kappast. ÍSF og landstýrið eru sannførd um, at vit eru klár at hýsa Oyggjaleikunum í 2027. Fyrstu fyrireikingar fara í gongd tíðliga í nýggjá árinum.

- Eg eri sera fegin um, at Føroyar hava møguleika at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2027. Við fleiri enn 3.000 íðkarum, umfamt hjálparfólkum og áskoðarum, eru Oyggjaleikir nógv tað størsta einstaka ítróttarliga tiltak í Føroyum nakrantíð. At vera vertir fyri Oyggjaleikunum hevur fyrst og fremst stóran týdning ítróttarliga, men eisini fyri okkara ferðavinnu og fyri Føroyar sum land, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Jörgen Pettersson, formaður í altjóða Oyggjaleikanevndini vísir takksemi fyri, at Føroyar hava játtað at verða vertir í 2027. Í viðmerking sigur hann soleiðis:

- Føroyar hava víst ábyrgd og tikið eitt tak fyri liðið, nú ein av limaoyggjunum møtti avbjóðing, sum ikki bar til at loysa. Hetta er kjarnan í Oyggjaleikafamiljuni. Vit eru saman um sigrar eins væl og um avbjóðingar.

- Hetta følist sum ein dreymur, sum blívur til veruleika. Vit hava verið klár at skipa fyri Oyggjaleikunum í fleiri ár. Tí hevur tað verið leingi at bíða heilt til 2031, tá ið Oyggjaleikirnir skuldu koma aftur til Føroyar. Vit eru klár og merkja stóran stuðul frá føroyska samfelagnum. Vit fara í felag at vísa, at Oyggjaleikirnir 2027 eru í tryggum hondum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, foreseti í ÍSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo