Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Bernie Connell hevur alt ostrur á australsku eysturstondini í 55 ár. Og nú heldur hann, at hann hevur eina søgu at fortelja. Tí hann hevur alt eina ostru, sum er so stór, at hon vigar heili 3,01 kilo, og tað er met í Australia og helst eisini heimsmet, heldur hann, sum hevur søkt um at koma í metbókina hjá Guinnes við síni Ostru.

Jill, sum ostran eitur, er upprunaliga úr Tasmania og er næstan 10 ára gomul. Varð hon seld í Kina ella Japan, har fólk eru serliga óð eftir ostru, kundi hann fingið 100.000 australskar dollarar, sum er einar 450.000 krónur fyri hana.

Gamla metið er danskt, men tann ostran vigaði bara 1,6 kilo og er frá 2013, skrivar ABC

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo