Mánadagin fyrst gul lágt, sum frálíður fer hann upp í norðan og frískar vindin nakað. Sólin sær, men eisini okkurt æli, serliga fyrrapartin og hitin um 11 stig.
Týsdagin verður gott veður við sól, ættin fer úr norði um vestan niður í sunnan, at byrja við frískur vindur men móti kvøldi bert eitt gul, hitin 6-8 stig.
Mikudagin frískar hann vindin aftur, sunnan og landsynningur, mesti vindurin um middagsleitið, 8-10 ms, nakað lýggjari, um 10 stig.
Hósdagin gul ímillum landsynning og eystan, okkurt æli ímóti kvøldi og hitin um 10 stig.
Fríggjadagin gul høgt, ímóti kvøldi nakað frískari vindur og seinnapartin kanska okkurt æli, hitin um 8 stig.
Næsta vikuskifti verður eisini merkt av skiftandi veðri, leygardagin mestsum stilli og sól, sunnudagin uppí skrið av suðri og nógv regn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo