Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri nøkrum vikum síðani las eg um eina nýggja bók, ið kallast “Orwells Roses”. Hon snýr seg um mæta enska rithøvundin George Orwell. Hugsaði beinanvegin: Hetta er Hanus! Hesa bókina skal hann hava! Havi loyvt mær at tikið hana við til tín í kvøld, og vóni at tú onkuntíð fær stundir at lesa.

Har lýsir rithøvundurin óvæntaðar síðir av tí beiska rithøvundanum og stríðsmanninum George Orwell - sum ein eyðmjúkan blómuelskara. Orwell lánti eina smáttu hjá eini fastir í Suðuronglandi. Her vildi hann hava frið at skriva. Samstundis setti hann niður nakrar rósuplantur. Hetta bleiv ein fragd hjá honum og gav honum eyðmýgd og tol at ala fram tann sjáldsama vakurleikan av rósunum, sum mýkti og blíðkaði hansara sinni.

Viðgitnastu bøkurnar hjá Orwell vóru Animal Farm frá 1945, og framtíðarræðumyndin “1984”. Orwell kundi skriva tær døpru søgurnar við einari vón um, at menniskans alskur til náttúrunnar vakurleika og hennara íborna glóð um sínámillum kærleika og samhaldsfesti fór at vinna á øllum órættvísi.

Rósugarðurin hjálpti honum til hesa ljósu sannføring.

Tó rósugarðurin hjá Orwell eins og allir aðrir krevja ein góðan urtagarðsmann. Og hetta snýr mín heilsan til Hanus seg um í kvøld, Hanus, mín lívsvísindaligi mentor!

Einaferð seint í 70-unum, tá Óli Breckmann var uppá tað versta, og Hanus sum ein av teimum fáu tók dystin upp ímóti honum, skrivaði Hanus eina grein um gøtusóparan, hann ið ruddar gøturnar, varnast illgresið úti í vegjaðaranum og tekur tað upp. Hetta segði Hanus vera eina uppgávu hann tók upp á seg. Men eisini at vera urtagarðsmaðurin, ið røktar sín garð, lúkar, og setur nýggjar spírar niður. Hetta starv hevur tú røkt fyri okkara samfelag alt títt lív, Hanus, og takk fyri tað. Títt nýggjasta íkast kundu vit lesa í Dimmu fyri eina viku síðani, ein greining av ólukkuligu støðuni í Europa, skrivað við einum intellektuellum førleika, sum ongin annar í okkara landi.

Hanus, tú lærdi meg og onnur tá fyri meira enn fimti árum síðani í Keypmannahavn um vandan við einoygdari sælu í dyrkanini av ivasomum ideologium. Tú lærdi meg um Aldous Huxley, pasifistin, ið skrivaði Fagri nýggi heimur fyrst í 1930-árunum. Tú lærdi meg um Arthur Koestler, rithøvundin ið setti sjóneykuna á politisku einsrættingina í sovjettiska politistatinum. Minnist tú skrivaði eina grein til okkum, sum tá fyrst í 70’unum stjórnaðu fyri Oyggjaskeggja, um Gulag og um pínslurnar frá einum diktaturi, sum fleiri okkara hildu vera ein framherji fyri internationalum frælsisstríði. Og sami boðskapur um George Orwell, Poeturin, samfelagsrevsarin og sjálvbodni hermaðurin í spanska borgarakrígnum.

Hanus hevur ongantíð dult fyri, at hann í politiska lívinum stendur fyri tí demokratisku javnaðarhugsjónini. Í hesi traditiónini hevur Hanus verið ein av okkara fremstu kyndlaberum fyri demokratisku sosialismuni og beinharður kritikari av politiskari einoygd og fundamentalismu frá politisku útjaðarunum, bæði vinstru og høgru síðu..... Ofta sakna vit tey lærdu og sokallaðu intellektuellu í almenna tjakinum. Her hevur Hanus aldrin svikið.. Við djarvari og beinraknari rødd hevur hann avdúkað og úrlatið fávitskut trongskygni og duldu skránna hjá samfelagsins politisku og fíggjarligu makthavarum.

Mangan hevur hann givið blóðfátæka og andleysa tjakinum í Føroyum ta intellektuellu innspræningina, ið hevur hvokkið okkum upp úr heimføðisligum svøvni. Hann kann harta okkum, men hevur altíð hjarta á á røttum stað sum boðberi við tí rámandi og semjusøkjandi orðinum, men eisini við tí rúmsátta og kvika heilanum, sum oftani, tá onnur tiga, setir tingini í rættan samanhang og á eina klóka humanistiska kós.

Sum eygleiðari av altjóða viðurskiftum lýsa Hanusar greinar av stórari vitan og gløggum metingum. Uttan mun til, um hann skrivar um niðurtraðkað mannarættindi í einræðislondum, ella hann viðgerð ráðandi stórveldi ella risafyritøkur og teirra karráðu framferð móti verjuleysum fólkum, umhvørvi og náttúru.

Á heimavølli er Hanus gitin – og fryktaður – sum høvundurin við tí hvassa penninum, sum tyktar flokkar, ið ikki virða demokratiskar siðvenjur, ella sum einvíst røkja egin og áhugamál teirra vælbjargaðu. Hanus hevur so mangan víst á vandan við einum samfelag, har stórir partar av fólkinum ikki fáa lut í samfelagsins ágóðum, og har egoisman og grammleiki valda yvir samhaldsfesti og fólkaræði.

Tí hava vit øll enn brúk fyri tínum gløggu og hvøssu viðmerkingum, um hvussu vit skipa okkara samfelag, um javna og frælsi og brøðralag.

Góði vinmaður, hjartaliga tillukku við teim áttati árunum.

Hans Pauli Strøm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo