BirkBloggur skrivar: Russiski sjónvarpsjournalisturin, Marina Ovsyannikova, sum higartil hevur starvast á Pervyj kanal, Kanal Eitt, sum er hin størsta og fevnir um alt landið, megnaði at skriva við tusj á eitt pappstykki: ”Steðga krígnum. Trúgv ikki propaganda. Tey lúgva fyri tær”. Við boðunum fram fyri seg, eydnaðist henni at koma beint inn í sendistovuna hjá Kanal Eitt, sum akkurát tá sendi tíðindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo