Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undiritaðu feløg hava heitt á løgtingið um at broyta orkuískoyti, sum kemur til 3. viðgerð nú fyrrapartin. Feløgini heita á tinglimir um at hækka orkuískoyti til 12.000 kr ella 1000 kr um mánaðin, og at útgjalda ískoytið loypandi.

Eisini vísa feløgini á, at inntøkumørkini fyri, hvør kann søkja og fáa eiga at broytast til eina arbeiðaraløn fyri ein stakan og tvær arbeiðaralønir um talan er um 2 ella fleiri vaksin í húsarhaldinum.

Undirritaðu feløg hava skriva til allar løgtingslimir og vóna, at hetta verður gjørt, tí nógv eru í dag, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka, og ætlaðu avgjøld í 2024 betra ikki um støðuna.

Fyri ávísar lønarbólkar hevur tíðin við ógvusligum prísvøkstri seinastu árini verið ógvuliga tung, tí lutfalsliga stórur partur av inntøkuni fer til vørur, sum merktu mestan prísvøkstur.

Hóast prísvøksturin ikki er eins høgur nú og hann var, tá ið mesti prísvøkstur var, merkir hetta ikki, at prísirnir eru lækkaðir, tí tað er framvegis prísvøkstur bæði í Føroyum og úti í heimi sum heild – hetta vísa nýggjastu tølini frá OECD nú í desembur eisini.

Verður orkuískoyti betra og broytt fer hetta at skapa ein lætta hjá nøkrum, sum annars ikki hava fingið tað stóra, men sum merkja prískostnaðin og møgulig avgjøld lutfalsliga hart.

Kostnaðurin av hesum er mettur til 7. mió kr í mun til uppskotið, sum tað fyriliggur nú.

Georg F. Hansen, Føroya Arbeiðarafelag
Jan Højgaard, Føroya Fiskimannafelag
Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag
Jastrid Niclasen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Sonja Jógvansdóttir, Samtak

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo