Røða til tiltakið "Vit standa saman fyri lívi," sunnudagin tann 14. apríl 2024 á Vaglinum, hildin av Biritu Lamhauge Jóansdóttir, sálarfrøðingur, master í sexologi og menniskja:
Góðan sunnudag øll somul – sum tað er gott at síggja tykkum. Eg má viðganga, at tað er ikki lætt at standa her og útseta meg sjálva fyri nakað so viðkvæmt, sum at úttala meg um fosturtøku. Tað er so nógv lættari hjá mær, at hava eina meining um tað, ið onnur siga, enn sjálv at siga nakað. Tað eg sigi, hefti tó bara eg fyri, og eingin annar.
Vit hoyra so ofta, at vit eru partur av vesturheiminum - og at okkara menniskjafatan er grunda á mannarættindi - og at vit virða lívið og rættin til at liva. Men samstundis eru vit partur av einum ráki, har okkara persónligu rættindi til at leika sum vit vilja gerðast alsamt meira harðrend, ota seg inn á integritetin hjá einstaka menniskjanum, og gera seg inn á kristnu menniskjafatanina; hvørs kjarna jú er, at lívið er heilagt, og vit hava øll eitt íborið virði - uttan mun til, hvørja stødd vit hava. Eg havi virði, tú hevur virði – vit hava øll sama virði. Men vesturlendska rákið tekur hetta virði frá okkum. Okkara tilvera er løst føst millum kúgan og vald og einasta frælsi vit hava, er stoltleiki og støðug moralsk afturgongd. Vit skula avgera okkara egna virði og okkara virðið er treytað.
Kjakið og hugburðurin til fosturtøku, er tíðiliga merktur av hesum ráki og spillandi menniskjafatan. Vit skula jú vera sum hini. Og tá ið hini norðanlondini lena seg uppat tilmælunum hjá heimsheilsustovninum WHO, sum eitt nú eru; at kvinnan ikki longur nýtist ráðgeving ella skal lata seg ávirka av einum møguligum pápa, at eingin skanning er neyðug fyri at fosturtøkan er trygg – hetta má so vera fyri kvinnuna, tí barnið missir sum oftast sítt lív, at tað skal ikki vera nakað evsta mark fyri fosturtøku yvirhøvur – kvinnan skal kunna krevja sín rætt heilt upp til føðing – og at heilsustarvsfólk ikki skula kunna siga nei til at viðvirka til fosturtøkuna. Samvitskufrælsið, sum er grundarlagið undir okkara fólkaræðið - at vit kunnu siga nei, tala at og nokta at viðvirka í tí, ið stríðir ímóti okkara persónligu etisku sannføring um, hvat er rætt og skeivt, gott og ónt - verður tikið frá okkum; vilja vit veruliga tað?
Í mun til fría fosturtøku verður sagt, at tað verður tikið atlit til ófødda barnið í tann mun, nær barni byrjar at fáa støðu sum menniskja og nær barnið hórar undan ella er lívført, tvs., um og hvussu leingið, barnið megnar at liva, uttan fyri mammuna. Hetta verður pakka inn í persónligt frælsi og kvinnurættindi og at læknar eru ikki samdir um, nær lívið byrjar – ein løgin spurningur, tí lívið byrjar við gitnaði, tað plagdu vit í øllum førum at læra í fólkaskúlanum. Og júst í sjálvum spurninginum um fosturtøku, er hetta at taka uppmerksemi frá ófødda barninum, tí øll vita, at tá føsturtøkan verður framd, er fostrið livandi. Ein meira neyvur spurningurin er kanska heldur, nær og hvat lív hevur virði, men tað er kanska ikki so dámligt at fyrihalda seg til.
Fyri at kunna fasthalda, at tað er etiskt í lagið at taka lívið av fostrinum, verða óføddu børnini heldur deindividualiseraði og dehumaniseraði. Deindividualiseringin dregur tað persónliga og serðstaka úr menniskjanum. Lítla barnið missir sín integritet og sína serstøðu sum menniskja. Deindividualiseringin dregur sálina úr barninum. Dehumaniseringin dregur kognitivu førleikarnar og persónligu eginleikarnar úr barninum. Lítla barnið kann nú fatast at vera minni vert enn onnur menniskju og tí blívur tað í lagið, at fara meira óvirðiliga við hesum lítla menniskja, enn við øðrum menniskjum, ið eru meira verd. Dehumanisering dregur menniskja úr barninum.
Barnið, ið sleppur at liva hevur virði, barnið, ið ikki sleppur at liva, hevur einki viðri – tó kann talan vera um sama barn, ella tvey børn, við júst somu stødd.
Mátin, vit tosa um fosturtøku uppá ávirkar okkara hugburð til fosturtøku. Málið hevur mátt og er við til at ávirka okkara fatan av veruleikanum. Tí vera eufemismur brúktar, fyri at stuðla upp undir etiska grundarlagið fyri fosturtøku, og fyri at fjala, hvat í veruliga fer fram. Eufemismurnar gera soleiðis sjálva fosturtøkuna minni ótespiliga, tí tær orða fosturtøkuna sum eina jaliga heilsuveiting - sum eina abbort. Abbortin vísir til, at barnsburðurin verður støðgaður, men hetta kann bara gerðast við, at taka fostri. Støddin á fostrinum avgerð síðan, hvussu hetta lítla - enn ikki lidna menniskja - verður tikið. Og tað er sum við serviettunum undir einari skurðviðgerð, alt skal út – so nøgdin á likamslutum mugu teljast; tveir armar, tvey bein og eitt høvd. Og so eru tað tey størri børnini, tey vera roynd avlíva inni í mammuni, men tað er ikki altíð hetta eydnast og so liggja tey har, yvirlatin til sín sjálvs – er hetta virðilig viðferð av okkara smæstu? Høvdu vit fari soleiðis við nøkrum øðrum enn teimum, vit ikki fata at vera menniskju, sum vit?
Kristna trúgvin eigur eftir mínum tykki, at verja og virða heilaleika lívsins og íborna virði menniskjans - uttan mun til hvørja stødd vit hava og hvar á okkara lívsleið vit eru. Eg havi ikki altíð hildið hetta, og fyri ikki so nógvum árum síðani, var eg sjálv fyri fríðari fosturtøku. Men við tíðini gjørdist mítt medvit alsamt meira og meira gruggut. Mín atferð og tað, eg segði, samsvaraði ikki við tað, míni eygðu sóðu og mítt sinni visti. Eg sá eitt barn og tí mátti ræðisrætturin yvir mínum kroppi enda, har hesin lítli kroppur byrjar - eg broytti hugburð. Eg helt, at eg tændi tí góða og tí var tað rætt. Men tað eg var, eri eg ikki meir og í dag skilji eg tað, eg ikki skilti tá. Í dag síggi eg eitt barn, ið hevur sama krav uppá vernd og verju móti at vera dripið, júst sum eg og tú, i standa her í dag. Sannleikin kemur frá Gudi og tí má tað rætta og tað góða altíð hanga saman við tí sanna. Ger tað ikki tað, kann tað hvørki vera rætt ella gott. Vit kunna ikki tæna tveimum harrum.
Etikkurin rundan um fosturtøku er merktur av relativismu og at læknar, sálarfrøðingar og juristar, mest sum hava fingið forrættindi til, at avgerða etiska støðufesti, í mun til, hvat vit skulu halda og meina um fosturtøku. Virði á barninum verður tengt at menningarstøði og paragraffum - og um mamman berur angur ella sálarkvøl av fosturtøkuni. Okkara persónliga fatanarstøðið verður gjørt sum útgangsstøðið fyri nær - og um - barnið hevur virðið. Men vit eru ongantíð neutral; tað, vit taka inn, er altíð ávirka av onkrum, og tí kann tað, ikki vera ein etiskur garantur, í einum so álvarsmiklum etiskum tvídrotti, sum fosturtøka. Vit hava ikki virði, tí vit eru elska, yngst, ella hava ávísar førleikar. Vit hava virði, tí vit eru menniskju og hava íborna tign - og ófødda barnið er eisini eitt menniskja, tað er bara so lítið. Ófødda barnið er dóttir ella sonur hjá onkrum.
Vit hava øll ábyrgd av at verja okkara virði sum menniskju – tað varðveitir ikki seg sjálvt. Tað er kanska ikki so langt ímillum syndabukkin í gamla testamenti - og tað vannlagnu - vesturlendska ráki kroystir út yvir okkara smæstu. Tey rinda prísin fyri vælferðina, og persónliga framburðin, hjá onkrum øðrum. Vit vilja so fegin undir náðina, og varðveita alt tað, góða Gud hevur til okkum - men samstundis vilja vit ikki rættiliga krúpa til krossin, sum er einasti vegur til náði Guds.
Og til tín elskaða kvinna, sum hevur tikið ella umhugsar at taka fosturtøku - eg sigi við teg, sum lítla dóttir mín plagar at siga við meg, tá ið gamlir vanar forpurra mína umsorgan – KLEMM!
Tað er uppreisn og leking fyri øll, og til tín ið ivast - tú kanst velja nakað annað, tú kanst velja lív. Og megnar tú ikki barnið sjálv, so gev tað frá tær - hvat hevur tú ikki tess meira virðing og tign uppiborið – tú, sum velur lív til títt barn - og at geva kærleikan og umsorganina fyri tí - frá tær.
Og elskaða kvinna; ber ikki avgerðina einsamøll – summar avgerðir krevja av okkum, at vit bera tær saman. Og vit kunna velja nakað betur, vit kunna velja lív.
Fyri tí tú veits er rætt - doyggj um so má vera - tá skal lívið falla lætt - deyðin einki gera. Vit muga vita hvat er rætt - tað kemur ikki av sær sjálvum. Mannasálin letur seg lættliga spilla. Tí muga vit venda okkara moralska kumpass rættan veg. Vit kunnu standa við okkara avgerðir, men vit kunnu ikki renna undan avleiðingunum av teimum – fyrr ella seinni fær samvitskan klørnar í okkum. Og á evsta degi, má hvør svara sjálvum sær. Tíðin er farin - takk fyri.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo