Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár, 18. august, byrjaðu fólkaskúlarnir aftur eftir summarfrítíðina.

Í Vestmanna skúla eru 173 næmingar farnir í skúla.

Tað er tó ikki uttan ørkymlan, at vit foreldur senda børnini í skúla aftur.

Vestmanna skúli hevur altíð verið kendur fyri, at klekja góðar næmingar.

Í lands- og pisaroyndum eru næmingarnir í Vestmanna millum teir bestu í landinum. Orsøkin er lærararnir. Teir eru framúr dugnaligir og ganga høgt upp í starv og næmingar.

Nú hevur ófriður valdað í Vestmanna skúla í fleiri mánaðir og tað tykist, sum støðan bara versnar.

Hetta hevur ikki gingið út yvir næmingarnar enn, takkað verið professionellum lærarum.

Kortini kendist farna skúlaár øðrvísi enn onnur ár.

Lítil kunning og stutt skoðsbrá til broyttar skúladagar myndaði árið.

At næmingar møttu til nýtt skúlaár í gjár, uttan at tímatalva var klár, er als ikki nøktandi.

Ein væl rikin skúli er grundarsteinurin í einari bygd. Vit eru øll sera góð við okkara skúla og vilja hava tann skúlan, sum vit kenna, aftur.

Tað harmar okkum sera nógv, at hendan støðan er íkomin, og vit vilja við hesum vísa lærarunum og nú fyrrverandi varaskúlastjóra, okkara stuðul.

Harumframt vilja vit heita á avvarðandi myndugleika um at fáa skúlan á beina kós aftur við nýggjari leiðslu, øllum starvsfólkum og næmingum at gagni.

foreldur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo