Leygardagin og sunnudagin hevur Finleif Mortensen sítt atelier opið har til ber at síggja hvat er í gongd og hvat annars hongur á vegginum av lidnum málningum í atelierinum.
Eisini eru nakrir eldri málningar hongdir upp aftur.
Finleif er aktivur við framsýningum her og uttanlands og er talan um figurativar landsskapsmálningar og abstraktar.
- Tað sum er á stafelinum í løtuni eru málningar sum eru inspireraðir av hesum serliga heyst og vetrarljósinum sum eisini óbevíst ávirkar litsamansetingina í tí abstrakta málninginum, sigur Finleif.
Framsýningin er opin leygardagin frá 11.00 - 18.00 og sunnudagin frá 14.00 - 18.00. Eftir hetta kann atelierið vitjast eftir avtalu. Adressan er Undir Torvbrekku 12b Strendur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo