Góðan dag. Her er mín viðmerking, og nøkur góð ráð, nú VK fyrr í vikuni kunngjørdi enn einaferð, at kirkjugarðurin í Sandavági er um at vera fullur, og tit í VK hava avgjørt, at nú eru bara 2 uppskot at velja ímillum, sum einastu møguleikar til nýggjan kirkjugarð í bygdini.
Eg haldi sum útgangstøði, at man fyrst og fremst skal hugsa um, at tey sum enn liva og virka í bygdini, skulu hava allarbestu kor.
Eg leggi ikki serliga nógv í, hvar mín beinagrind skal hvíla, tá eg ikki eri á lívi longur. Um eg havi gott útsýni, vøkur trø og gøtur, ella ein væl lagaðan garð rundan um. Eg síggi bara alt hetta, á lívandi lívi.
Tí haldi eg, at man ikki skal nýta fleiri milliónir, til útvíðkan av verandi kirkjugarði, ei heldur milliónir til nýggjan kirkjugarð Úti á Bakka. Har úti er vindhart og brattlendi. Á tekningini sær so slætt út, men færi øll út hagar og hyggi, hvussu bratt har er.
Víðkan av verandi kirkjugarði nøktar bara tørvin komandi 25 árini, hvat gera vit so eftir tað. Halda áframm runt kirkjuna?
Noyða íbúgvarnar sum eru nærmastu grannar hjá kirkjuni úr teirra heimi,tí øki skal nýtast til kirkjugarð?
Nei, eg haldi hetta er sera aktuelt, tí 25 ár er onki tíðarskeið.
Er ætlanin at tey deyðu skulu eiga veðurbesta øki í bygdini?
Íímeðan vit onnur nærkast gamla grótbrotinum undir Svartarheyggi.
Nei, hetta haldi eg lítið um, og tí sigi eg frá her.
Man kann ístaðin fyri, endurnýta gamlar gravir í kirkjugarðinum. Eg veit væl at sagt verður, at tað er ikki gamalt í Føroyum, at man grevur í aftur tað sama. Men hetta mugu vit kunna broyta, tað er ongin sjálvfylgja, at man skal ráða yvir einari grøv í allar ævir. Tað er ivaleyst við max 80 árum.
Vit skulu gleðast um tey, sum enn eru á lívi. Tá hesið 80 árini eru gingin, eru tað bara triðja og fjórða osv.ættarlið sum hava møguleika at vitja grøvina. Eg haldi bara, at tá er tað ikki so sera neyðugt longur ella?
Um man heldur hetta verða keðiligt fyri tey, sum hava gravstein á grøvini,so kan man ístaðin flyta gravsteinarnar á eitt annað øki í bygdini, ”ella uttan fyri bygt øki” har teir vera settir tætt saman, og kemur hetta so at virka sum ein minnislund, nøkulunda sum ætlanin er við einum minnisvarða osv.Tá er møguleiki til at allir gravsteinar eldri enn + 80 ár, koma at standa saman á einum rímiliga lítlum øki osv.
Er mótstøðan frá bygdarfólkinum ov stór til, at grava í aftur gamlar gravir, haldi eg, at man skal fara útum bygdina í óveltan bø. Td. norð í Andrassaráir, (har er veðurgott og vakurt, um tað er tað man ynskir). Ella norð á Giljatrønna, har er ovmikið av ódyrkaðari jørð til kirkjugarð komandi 1000 árini.
Einaferð var eitt uppskot um, at leggja kirkjugarðin Úti á Trø, har er eisini vindhart, og mesta av jørðini er dyrka, men allíkavæl ivist eg ikki í, at har hevði kirkjugarðurin ligið væl.
Tey flestu ynskja og halda, at tað er so deiligt, at kirkjugarðurin liggur beint við kirkjuna, tí so stutt er at bera til hvíldarstaðin. Har eri eg púra einigur, men eitt er hvat hevur verið, og eitt annað er, hvat vilja ella noyðast vit at liva við framyvir. Hetta ber til í Miðvági og í Tórshavn, so hví ikki.
Bygdin veksur í hvørjum, og tí skulu vit ansa eftir, at vit ikki tøma bygdina kring nýggja Miðstaðarøki fyri fólk. Vit skulu heldur leggja ymiskt nýtt virksemi har, og nú gamla smiðjan brendi í grund, er laga manni at byrja. Har er eitt sera gott og stórt øki til framtíðar menning av bygdini, livst so spyrts.
Til endans haldi eg, at tað fer onki av núverandi bygdarráðnum, um tit lurta eftir meiniga manninum, og nýta vit og skil, mínum heimstaði at frama.
Øll íð eru vald í bygdarráði hjá Vága kommunu, hava fingið hetta skriv í dag.
Við vón um at tit broyta meining.
Eyðun Myllá
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo