Danish International Adoption (DIA), sum er einasti stovnur í Danmark sum skipar altjóða ættleiðingar, steðgar nú við hesum virkseminum.
Tað skrivar DR.
Hetta merkir so eisini at einki ættleitt barn kemur heldur til Føroya, tí sambært heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini, so verður eisini stovnurin DIA brúktur í sambandi við føroyskar ættleiðingar.
Familjufyrisitingin skrivar nú á síni heimasíðu:
Í dag eru tíðindi komin út um, at ættleiðingarmiðlandi stovnurin DIA steðgar við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar – tað vil siga ættleiðingar av børnum frá útlondum til Danmarkar og Føroyar.
Familjufyrisitingin kannar í løtuni, hvat hetta merkir fyri tey, ið eru góðkend at ættleiða.
Sí tíðindaskriv frá DIA her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo