Ætlar tú tær á Voxbotn um vikuskiftið, og hevur tú ikki longu keypt atgongumerki, mást tú djúpt niður í lumman. So djúpt, at tú kanst gerast partur av ólógligum keypi og sølu, skrivar Kringvarpið.
- Nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 verða í løtuni seld á Facebook. Verða atgongumerkini seld fyri meira, enn tey upprunaliga vórðu keypt fyri, er tað ólógligt og revsivert.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo