Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mikukvøldið 4. mai kl. 19.30 spælir dómorganisturin í Notre Dame í París Olivier Latry á ta nýggju urguna í Hoyvíkar kirkju.

Olivier Latry telist í dag millum gitnastu organistar í heiminum og ferðast í nógvum londum og heldur konsertir. Herfyri spældi hann fyri norsku Sonju drotning.

Olivier Latry er føddur í 1962. Hann vaks upp har norðuri í Frankaríki, og byrjaði hann at lesa á Conservatoire National Région de Saint-Maur des Fossés.

Í árunum 1981-1985 var Olivier Latry urguleikari í Meaux, og sum 23 ára gamal vann hann eina kapping, ið tryggjaði honum høgt virda embætið sum ein av trimum urguleikarum í dómkirkjuni Notre Dame í París.

Olivier Latry fekk í árinum 2000 ’Prix de la Fondation Cino et Simone Del Duca’ fyri sína granskan og sínar framførslur í urguspæli.

Í 2006 fekk hann ’Honoris Causa’ fra North and Midlands School of Music og í 2007 virðisløn frá Royal College of Organists. Í 2010 fekk Latry heiðursskjal frá McGill University i Montreal. Í 2009 bleiv hann kosin ‘International Performer of the Year’ hjá American Guild of Organists í New York.

Øll eru vælkomin á konsert í Hoyvíkar kirkju mikukvøldið, har Olivier Latry fer at royna nýggju urguna, sum júst er vígd.

Eftir konsertin verður ein drekkamunnur at fáa, og fólk fáa høvi at geva kirkjuni eina gáva, um tey ynskja tað.

Skráin mikukvøldið í Hoyvíkar kirkju er henda:

Johann-Sebastian BACH  (1685 – 1750) :
Sinfonia de la Cantate 29       
(Transcription Marcel Dupré)

Jacques ARCADELT (1507 – 1568) / Franz LISZT
Ave Maria

George THALBEN-BALL  (1896 – 1987) :
Variations on a theme by Paganini
(pour pédale solo)

Louis VIERNE  (1870 – 1937) :
Pièces en style libre :
- Légende
- Scherzetto

Maurice DURUFLÉ  (1902 – 1986) :
Choral varié sur le Veni Creator

Jean LANGLAIS  (1907 – 1991) :
Suite française : Nazard

Bert  MATTER (1937) :
Fantaisie sur « Von Gott will ich nicht lassen »        

Johann-Sebastian  BACH  (1685 - 1750) :
Passacaille et fugue en Ut mineur  BWV 582

Olivier LATRY  (1962) :
Improvisation

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo