Bæði Aksel, fráfarni løgmaður, og Bárður, verandi løgmaður, hava í árligu talum sínum til Føroya fólk tikið støði í tí einstaka persóninum, í teim unglingum, sum vilja gera mun - meðan tíð er, og til ber.
Hesi ungu, sum við nærløgdum stevi og strevi náddu fram til bæði ígongdseting, lærdóm ella ítróttalig avrik – og sum tæntu landi okkara til heiðurs um lond.
Alt gott um talur løgmanna, ið fagnaðu útlongsli teirra ungu til avrik og vala virksemi - og teirra íbygda kærleika til heimlandið - ið tykist at fylgja teimum fyri lívið.
Fýra unglingar
Tað vóru fýra ungir, evnaligir dreingir um 17-18 ára aldur, sum fyrst í 1960’unum fóru úr Klaksvík yvir til Íslands at vera við í kristiligum arbeiði, eitt nú á Sjónarhæð á Akureyri og við Ástjørn á Norðurlandinum. Hetta, eftir at hvør teirra fyrst - fyri sín part - hevði roynt nakað av vanligum arbeiði, sjólívi, handverki o. a.
Teir vóru: Jógvan Purkhús (f. 1943), Hans Sivertsen (f. 1944), Páll Poulsen (f. 1945) og Óli á Grømma Jacobsen (f. 1945).
Hvar eru hesi mansevni nú?
Jú, eftir eitt ár í Bretlandi, fór Jógvan Purkhús til Íslands, giftist við Rósu av Akureyri, var virkin á Sjónarhæð og í barnalegunum við Ástjørn. Hann býr nú í Reykjavík og er álit í samkomuni, nevnd “Akurinn”, og er enn við á Ástjørn, har ið føroyingar gjøgnum árini hava havt – og enn hava - ein serstakan leiklut. Tey eiga 4 børn.
Hans Sivertsen fór - eftir útbúgving á Moorland bíbliuskúla í Bretlandi - yvir til Nuuk og búsettist har. Hann hevur verið leiðari í samkomuni Ebenezer og íbirtari av kristnu barnalegunum inni í Ameralik-fjørðinum. Ein kærkomin skái á sumri fyri mong børn í tørvi, eins og ung - og familjur við - í eini 40 ár.
Merkiligt, tí talan her er um tað serstaka umhvørvið hjá fornu norrønu “Vesturbygdini”, har ið norðbúgvar búleikaðust frá uml. ár 1000 til uml. 1350, táið fólkið, ið har búði, bara hvarv, og hetta uttan at nakar enn veit um at siga, hví hetta hendi - søguliga sæð.
Hans er nú lutvíst fluttur heim aftur til Klaksvíkar, eftir at hann misti góðu konu sína, Jonnu, ættað úr Vági. Tey fingu 7 børn, 4 dreingir og 3 gentur.
Páll Poulsen fór á trúboðaraskúla í USA í 1965 og var leiðari – eftir at Brynleif Hansen, stigtakari, fórst við flogfarinum í Mykinesi í 1970 – av legunum í Zarepta í eini 6 - 8 ár. Páll og Katy, fyrra kona hansara, var úr USA, hon doyði ung, frá 4 smáum børnum, longu meðan hon og Páll virkaðu sum trúboðarar í Suður-Grønlandi.
Nú býr Páll aftur í Qaqortoq (Julianehåb) og virkar har saman við konu síni, Marjun Vilhelm, sjúkrasystir, úr Vági, hon starvast á sjúkrahúsinum við. Tey eiga 2 døtur.
Páll og Marjun eru stigtakarar til barnalegurnar inni í Nimerialik-fjørðinum, ið - eftir Grønlendskum málistokki - liggur nærindis hinari norrønu búsetingini, “Eysturbygdini”, har ið Eirikur Reyði og Tjóðhild búðu. Tjóðhildar kirkja var endurreist á staðnum fyri fáum árum síðani.
Norðbúgvar búðu har yviri frá uml. 1000 til uml. ár 1550. Tá vórðu tey helst týnd av útlendskum sjórænarum, heldur Absalon Absalonsen, rithøvundur, sambært ymsum keldum av áhuga, í seinastu bók síni: “Grønlendskir norðbúgvar”, útg. 2019.
Barnalegurnar
Eftir eina varisliga byrjan við legum fyri børn á sumri - summi við avbjóðingum - kom vend í. Og eru nú hesar “Eysturbygdar” og “Vesturbygdar” barna-, ungdóms- og familjulegurnar vorðnar væl fagnaðar av myndugleikum, foreldrum og børnum - ikki minst! Sum eitt gott og gagnligt kelduvað og frítíðartilboð fyri bæði børn, ung og eldri.
Óli á Grømma og NTM
Óli fór á trúboðaraskúla í USA í 1965 og kom skjótt upp í virksemið hjá NTM (New Tribes Mission), ið nú eitur Global Ministry. Hesin felagsskapur er skipaður undir tvær høvuðsnevndir, har ið Óli er limur í báðum og formaður fyri aðrari, meðan Judy, kona hansara, er skrivari í báðum.
Felagsskapurin NTM fevnir um 32 lond, og umboð fyri tey luttakandi londini hittast javnan til fjøltjóða fundir við uml. 120 luttakarum. Nøkur lond eru, sum senda trúboðara út, og onnur, ið kenna tørv á kristnari trúboðan, eitt virksemi sum í mestan mun fer fram (ikki vandaleyst) millum ókendar ættarbólkar í fjarløgu.
Onnur nevndin tekur hond um, at tey ymsu londini halda seg innan fyri ávísar, samsvarandi karmar. Meðan hin nevndin veitir vegleiðing við tekniskari og andaligari hjálp til trúboðararnar, so sum til bíbliuumseting, máliskuskráseting, mállæru, siðmenning, heilsurøkt, mentan o.a. m.
Skarin av trúboðarum hjá NTM liggur nærri 3000 fólk úr ymsum londum – og fleiri eru hiðani úr Føroyum.
Og virksemið fevnir um alrahanda avbjóðingar, sum m. a. at loysa ókend tungumál úr lagdi (har ið einki skriftmál finst) millum fólkasløg, ið eru merkt av frumkendari mentan á teprum andaligum menningarstøði.
Óli og Judy
Judy kom Óli at kenna á skúlanum. Og sum aðalskrivari í báðum høvuðsnevndunum, hevur hon ábyrgdina av at samskipa alt tað praktiska viðvíkjandi eitt nú hølum, ferðaseðlum, hotellum og fíggjarligari samskipan í sambandi við stevnur og at veita vegleiðing til luttakararnar.
Og hóast bæði hon og Óli nú eru komin nakað til árs, so halda tey fram í verkinum - sum vanligt. Tey eiga 2 synir.
Óli er vitiliga álvara- og ábyrgdarmaður í leiðsluhøpi, men hann er hinvegin ein sera skemtiligur maður at vera saman við. Og er framúr fermur talari og undirvísari á fundum og møtum, og fremsti samráðingarmaður á ymsum mótum. Og har koma hesir, hansara serstøku eginleikar, mangan væl við. Og tí er hann har enn(!).
Men restina av upptakinum - undirstrikar hann - tekur Judy sær av! Og hann gevst ikki við at rósa henni fyri hennara part í teirra drúgva samstarvi.
Hon er sera evnalig, nom og arbeiðssom. Foreldur hennara eru ættað úr Týsklandi, jú, ordnung muss sein!
Hon hevur, av og á saman við Óla, verið og vitjað í Føroyum. Tí hevur hon bara lært seg málið, so at hon kann føra vanligar samtalur á føroyskum...
Ætlanin var í mars mánaði 2020 at fara í arbeiðsørindum til Tailands, Indonesiu og Filipsoyggjarnar. Hetta er nú útsett til seinni í summar.
Barnaheimið hjá Óla
Heimið hjá Monu, ættað av Grømma á Viðareiði, og Jósup var eitt trygt og opið heim. Mona var so hendinga blíð við okkum dreingir. Og fyrsti spurningur hjá henni, táið vit komu á gátt, var ósvitaliga: “Ja, dreingir, vilja tit ikki hava ein bita?”.
Systkini vóru 6 í tali. Elstur er Sigurð (f. 1938), giftur í Sønderborg. Ásvør (1940-77) 37 ár, var gift við Poul Færø. Jonna (1942-86), var gift við Sofus Hákuni Rasmussen í Hornabø í Havn, hon doyði sama dag, sum hon fylti 44 ár og frá 3. dreingjum. Magni (f. 1946) er giftur við Karini Rasmussen úr Grótinum, og Joan (f. 1951) er gift við Ziska F. Ziskason, tey búgva niðri.
Samanumtikið
Sum borið hevur verið við omanfyri, so kennist tað – alt annað líka – ikki sørt grípandi at hugsa um, at hesir unglingar tá – og saman við góðu konum sínum - og hóast alla mótgongd og andróður – tó enn halda fast við tað stavnhald, ið greip teirra ungu hjørtu í heimbygdini fyri uml. 60 árum síðani. Hesir, sum allir síðani hava roynst at vera álitismenn - í odd og egg.
Teirra lívsverk minnir ikki sørt um tað sjálvvilliga lopið í tænastu á trúarleið (ja, út á 70.000 favna dýpið, sambært Søren Kierkegaard) - so beint útav! Eitt kall? Ja! (Hóast máliskan “ eitt kall”, sambært sama S. K., langt síðani er vorðin avbronglað).
Tað ber ikki til her at nevna øll tey mongu, sum hava kent hetta kallið og eru - ella hava verið - við í líknandi verki gjøgnum árini, og sum á henda hátt – í tí stilla - hava gjørt land okkara kent um heimin, og sum hevur havt ta ávirkan, at til eru nøkur fólk kring knøttin, sum í takksemi minnast til okkum og land okkara.
Boðar tú til allar tjóðir...
yrkti Jóannes Patursson, bóndi, á sinni og minnir okkum á, at fleiri lyftir um signing fylgja við hesi boðan.
Og tað kann tí henda - at onkur einsamur drongur undir stjørnustroyddum hválvi undir ísbrúnni, ein genta á einum barnaheimi í Liberia, ein malaria-rakt kvinna í slavnu, fjaru frumskógini ella ein misbjóðaður sigoynari í Rumeniu – táið kvøldið kemur - leggur hendur sínar saman og takkar Skapara sínum fyri, at onkur í einum fjarløgdum oyggjalandi hevur kent á sær hetta kallið - og hevur fylgt hesi tráan til gott/váða verk – til linna fyri tey, sum í mestan mun kenna til bæði fátækt, trongd, trega og svongd.
Hetta kunnu nøkur úr ymsum samkomum og kirkjum hiðani úr Føroyum - í øllum spakføri og lítillæti – fegnast um í hesum sera torgreidda heimi, ið vit enn húsast í.
Hesi fólk, sum hava fata ta einfalda/djúpa í talu Meistarans: At tann, sum vil gera mun (ráða, hava vald) – skal tæna! Tí alt vald – óansæð, hvat ella hvussu - bara er til láns eina løtu...
Hiðanifrá
vilja vit ynskja tær, Óla og tínum, hjartaliga til lukku við teim 75 árunum, við øllum góðynskjum frá okkum, sum hava kent slóðina í eini 3 - 4 ættarlið, og bara hava alt gott at bera tykkum.
Arnstein Niclasen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo