Ja, hetta var nakað! Ikki sannheit!? Ella er tað bara eini vanlig stórtíðindi í smáformati, skrivað í besta Ekstrablaðs-stíli og av tí danska læknafelagnum?
Nærlagni
Ført verður fram í grein læknafelagsins, at Olaf Halvorsen hevði bestilt tvey generalstabskort, mát 1 : 20.000 (!), vanlig yvirlitskort og vanlig handilsvøra har niðri og í Føroyum við – eins og eitt nú vanlig jólakort.
Men teir gløggu og mistonksomu sølugarparnir vóru ikki so for nothing – teir stungu tvey smá hol í yvirlitskortini til gagns fyri eina møguliga próvførslu í rættinum! Nokk ikki vanlig kundarøkt, ha?
Læknafelagið
Undrunarvert er, hvussu læknafelagið enn, um 70-80 ár eftir at hendingarnar fóru fram, framvegis hevur eina herferð koyrandi móti einum av teirra frægu limum: Olaf Halvorsen (1913-1993).
Eisini er áhugavert, hvussu striltið tað gongst hjá føroyskum søgufólkum at fáa fatur á skjølum, sum hava við føroysk viðurskifti at gera, og sum eru í donskum varðhaldi.
Danska stjórnin
Hevði Olaf Halvorsen tá (eins og Kaj Munk, prestur og poetur, sum seinni, tann 04.01.1944, bleiv skotin av nazistunum) og fram til táið Danmark varð hertikið, tann 9. apríl 1940, havt nakað til yvirs fyri grannanunum fyri sunnan, ja, so var hetta júst í neyvum samsvari við greiða tilmæli stjórnarinnar frá Erik Scavenius, uttanríkisráðharra (RV), dagfest tann 8. juli 1940, (og vitiliga góðkent av Th. Stauning, forsætismálaráðharra) (S):
"Ved de store tyske sejre, der har slået verden med forbavselse og beundring, er en ny tid oprundet i Europa, der vil medføre en nyordning i politisk og økonomisk henseende under Tysklands førerskab.
Det vil være Danmarks opgave herunder at finde sin plads i et nødvendigt og gensidigt aktivt samarbejde med Stortyskland".
Tað góða
Í grein læknafelagsins er tó nakað at fegnast um, at her verður váttað: “Og i øvrigt havde William Leschly hørt, at Olaf Halvorsen kort efter den tyske invasion den 9. april 1940 havde »brudt definitivt med Clausen« - ja, við sjálvan Frits Clausen, floksformann fyri danska nazistaflokkin, DNSAP.
Hetta er júst tað sama, sum eg føri fram í bók míni um læknastríðið í 6. kap., s. 92 - 97, har sum eldri sonurin, Jørgen Halvorsen, sigur frá, at fyrrverandi nazistisku felagar pápans skutu eftir teimum í bilinum.
Ein kúla kom inn gjøgnum bakrútin og út aftur gjøgnum forrútin, so at pápin mátti trýsta spitaran í botn - undan skotunum.
Olaf Halvorsen er kanska tann fyrsti læknin í læknafelagnum, sum við andstygd vendi sær ímóti týsku hersetingini av Danmark, hetta við at melda seg út úr DNSAP! Og tessvegna møguligi fyrsti fríheitskemparin millum allar hinar læknarnar(!).
Hvat er fakta?
Nógvir danir livdu undir krígnum av samstarvi við týska hersetingarvaldið. Og mong onnur høvdu samhug við teimum fram til august 1943, táið fólkið gjørdi uppreistur og stjórnin fór frá.
Søguligar keldur vátta eitt nú: at í 1939 vóru 5.000 limir í DNSAP, danska nazistaflokkinum, og millum teirra vóru fleiri læknar og ein teirra var Olaf Halvorsen, í 1943 (táið herferð og framgongd Hitlers vendi) vóru 19.000 limir - og ongin Halvorsen.
Har ímillum var eitt nú ein kendur limur nevndur: Simon Spies, sum mong hava fjálgað um fíggjarliga við teirra ferðum til heitari strendur...
Og á vári 1945 vóru 12.000 limir, men ONGIN Halvorsen. So hví skuldi Olaf Halvorsen, lækni, og mest bara hann, verða jagstraður um allar geilar: úr Danmark, um Grønland og í Føroyum við? Hvør skilur hetta?
Danska læknafelagið er vitiliga vælkomið til at koma fram á vøll við øllum tí, ið tey har hava av áhuga. Men tað tænir bara framvegis ongum endamáli, um hetta ikki er eftirfarandi.
Heppið
Hetta var vitiliga mikið gott og heppið, at talan ikki var um jólakort, sum teir nærlagdu sølumenninir stungu hol í, tí tá kundi onkur ósekur nissu-pápi fingið annað eyga gjøgnumgatað av nálarstingum. Og tað hevði verið keðiligt fyri børnini(!).
Arnstein Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo