Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú er greitt, hvussu føroyska talvlandsliðið verður mannað á olympiaduni í heyst. Liðið skal kunngerast á samkomu í Sandavági í kvøld, har ið hin árliga steypakappingin millum lið hevur verið í dag.

Hin 43. talvolympiadan verður í Batumi í Georgia í døgunum frá 23. september til 6. oktober í ár.

Føroyar fara á talv-OL við hesari manning:

GM Helgi Dam Ziska 2552
IM John Rødgård 2319
FM Martin Poulsen 2239
FM Carl Eli Samuelsen 2237
FM Olaf Berg 2226

Avboð eru frá trimum telvarum. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen, sum vóru við í EM- og Small Nations-kappingunum í fjør heyst, fara ikki við til Georgia.

Betri-deild heldur enn OL
Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag høvdu fyri vist styrkt føroyska talvlandsliðið. Teir eru ávikavist nummar tvey og trý á føroyska styrkilistanum - framman fyri bæði John Rødgård og John Arna Nilssen, sum eru altjóða meistarar.

Men vágamenninir fáast eisini við annað enn at telva. Báðir spæla fótbólt í fremstu føroysku deildini. Annar er liðskipari í EB/Streymi, og hin í 07 Vestur. Galdandi fyri báðar er, at teir raðfesta fótbóltin framum telvingina. 

Sum telvarar eru báðir ógvuliga gávuríkir, og tað tykist vera lítil ivi um, at teir kunnu ogna sær heitið sum altjóða meistari áðrenn langt um líður. Men fótbólturin krevur rímiligt sítt, og tí verður óivað tvørligt at veita telvingini ta rúmd, ið krevst, skal dreymurin um at gerast altjóða meistari - og kanska stórmeistari við - útinnast.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska var í líknandi tvístøðu sum yngri, tí hann var íðin fióltónleikari, og spældi eitt nú í Føroya Symfoniorkestri sum blaðungur. Hann sannaði kortini, at skuldi hann røkka sínum máli um at gerast stórmeistari, bar ikki til at fáast við tónleik eisini. Hann legði tí fiólina frá sær um fimtan ára aldur, og fór heilhugaður at telva í staðin.

Styrkt FM-lið
Hyggur tú nærri at OL-liðnum, sæst, at við undantaki av John Rødgård, er talan um FM-manningina hjá Havnar Telvingarfelag. Liðið er eisini næstan meinlíkt OL-liðnum í 2010. Tá var Jóan Hendrik Andreasen við - í hansara stað verður tað nú Martin Poulsen.

Hóast vágamenninir høvdu kunnað styrkt føroyska liðið, so er kortini talan um góða og roynda føroyska manning. Allir fimm hava verið føroyameistarar, og allir hava verið á talv-OL fyrr.

Enn er ikki greitt, hvussu borðrøðin verður á føroyska liðnum. Helgi Dam Ziska er tó sjálvskrivaður á 1. borði, og John Rødgård verður helst á 2. borði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo