Nú verður høvið hjá foreldrum, lærarum, námsfrøðingum og øðrum áhugaðum at hoyra vælumtókta fyrilesturin um skíggjaráð og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – ikki minst børn og ung.
Fyrilesturin verður í Eysturskúlanum týskvøldið 16. mei 2023, klokkan 19.
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um skíggjar í miðlunum bæði her heima og uttanlands. Í Føroyum hava vit skíggjaráð, sum foreldur og onnur áhugað kunnu hella seg til. Hesi skíggjaráð taka støðið í gransking. Í fyrilestrinum verður m.a. komið inn á hesi evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtlsa (mál)menning og uppmerksemi, hvussu verjir man børn móti bundinskapi og óhóskandi tilfari m.a. harðskapi og porno, hvussu við sosialum miðlum og sálarheilsu, og hvussu við snildfonum í skúla? Á fyrilestrinum fær tú, upp á stutta tíð, eitt gott innlit í hetta sera samansetta økið.
Tað er Gitte Klein, løggildur sálarfrøðingur, ið heldur fyrilesturin. Gitte hevur verið við til at gera skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo