Tað, at hava ein bústað, er ein natúrligur rættur. Ein bústaður hevur serligan týdning fyri fólk, sum hava ein serligan tørv. Øll hava brúk fyri at vera inni hjá sær sjálvum, eitt stað, har tú trívist. Mín dreymur er at hava eitt stað, sum er mítt, eitt stað, har eg kann gera av, hvussu eg kann innrætta meg, og sjálv gera av, hvussu mín gerandisdagur skal vera. Tí mín bústaður er mín, men eg eri ein av nógvum, sum ikki havi egnan bústað.
Øll hava loyvi til at vera tann, sum man er, og øll hava rætt til at hava sín egna bústað, har man kann fáa vinir og familju á vitjan, og bjóða fólki inn til ein drekkamunn. Ein bústaður, sum ikki er stórur, men har alt er, sum man hevur brúk fyri, og sum man kann klára við teimum pengum, sum man hevur. Ein bústaður skal vera har, soleiðis at man kann fara við bussinum til øll tey støð, sum man skal til, t.d. vitja familju, biograf, bókasavnið, café, venja og svimja, arbeiða ella fara í skúla.
Men tað eru nógv við serligum tørvi, sum ongan bústað hava. Hvussu ber tað til? Hevur samfelagið ikki ráð, ella tíma politikarar ikki at loysa spurningin? Fólk við serligum tørvi eru eisini í samfelagnum, og eru púra vanlig, men hava onkuntíð brúk fyri hjálp. Onkur hevur brúk fyri nógvari hjálp, og onkur annar hevur næstan ikki brúk fyri hjálp. Tað, sum vit skulu minnast til er, at øll verða góðtikin, at vit eisini hava brúk fyri einum heimi, og at vit hava brúk fyri at hava eitt arbeiði og sleppa at útbúgva okkum.
Eg havi eitt ynski. Tað er, at allir flokkar seta seg saman og leggja eina ætlan, sum allir flokkar binda seg til at fylgja, óansæð hvør, ið situr við valdinum. Tá ber til at koma á mál. Eg ivist ikki í, at øll ynskja at loysa bústaðartrupulleikarnar. Hvørja ferð tað er val, sær út til at alt steðgar upp og man má byrja av nýggjum. Tað havi eg og onnur í somu støðu ikki tíð til. Eg vil eisini vera til.
Eg vil eisini hava eitt heim sum er mítt. Eg ynski eitt arbeiði, og verða ein partur av samfelagnum, akkurát sum øll onnur.
Erla Marr
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo