Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Økt rúskoyring seinastu árini

Spurningar:
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað vísir seg, at tølini fyri tey, sum verða tikin fyri rúskoyring, eru hækkað munandi seinastu árini - serliga í yngra endanum?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta átøk í verk fyri at broyta hesa gongdina?

Viðmerkingar:
Um dagarnar hevur miðlaumrøða verið um, at talið á teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring, er hækkað munandi seinastu 5 árini.

Hetta ger seg galdandi í flestu aldursbólkum, men sum skilst er tað serliga í yngsta endanum, at trupulleikin er vaksin.

Tað kunnu sjálvandi vera nógvar ymiskar orsakir til hetta, men tað broytir ikki, at tað er ein gongd, sum ikki er gagnlig fyri okkara samfelag.

Tað er hinvegin ein gongd, sum er beinleiðis vandamikil, og tað var í miðlaumrøðuni nevnt, at tað í løtuni nærum bert verður bíðað eftir næstu deyðsvanlukkuni, har rúsdrekka ella annar rúsur er partur av hendingini.

Í hesum sambandi hevði verið áhugavert at vitað, um landsstýrismaðurin er tilvitaður um hesa gongdina, og um tað eru átøk, sum hann hevur í hyggju at fremja fyri at broyta gongdina.

Á Løgtingi, 10. mai 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo