Annað umfar í várkappingini í ódnartøkum, verður í Miðvági leygardagin kl. 13.00. 45 manningar fara at luttaka.
Róðrarnir verða avgreiddir í fýra riðlum. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra.
Finaluróður hjá dreingja- og gentumanningum.
Av tí at fleiri dreingja- og gentumanningar eru tilmeldaðar, enn tað er pláss fyri, rógva hesar manningarnar í innleiðandi bólkum, har fremstu bátarnir síðan rógva ein finaluróður.
Eftir seinasta umfarið hjá 10 mannaførunum, rógva dreingjamanningarnar ein finaluróður, og eftir at 8 mannaførini eru liðug at rógva, rógva gentumanningarnar sín finaluróðurin.
Hjá dreingjunum koma tríggjar tær fremstu manningarnar í hvørjum bólki viðari og hjá gentunum koma 3 tær fremstu manningarnar úr riðli 1 og 4 tær fremstu manningarnar úr riðli 2 víðari til finaluróðurin.
Finaluróðurin er bert ein róður.
Raðfylgjan á riðlunum er víst niðanfyri.
Riðil 1
5. Mannafør dreingir(riðil 1)
5. Mannafør dreingir(riðil 2)
6. mannafør kvinnur
10. Mannafør
Finaluróður hjá dreingjunum millum 3 teir fremstu úr hvørjum riðli.
Riðil 2
Barnaróður dreingir
5. Mannafør kvinnur
Riðil 3
5. Mannafør gentur (riðil 1
5. Mannafør gentur (riðil 2)
8. Mannafør
Finaluróður hjá gentunum millum ávikavist 3 og 4 tær fremstu úr riðli 1 og 2.
Riðil 4
6. mannafør menn
Barnaróður gentur
Tann, sum hevur klárað seg best, hvønn einstaka dag vinnur fyri tann dagin, og fær stig eftir RSF stigatalvuni. Eftir teir tríggjar róðrardagarnar vinnur tann, sum hevur klárað seg best tilsamans.
Hesar manningarnar hava melda seg til:
Riðil 1
5. Mannafør dreingir (riðil 1)
12 Falkur
10 Sílið
11 Fenja
6 Katla
5. Mannafør dreingir (riðil 2)
7 Ingibjørg
9 Jallurin
8 Drekin
6 Ørnin
6. Mannafør kvinnur
8 Tindur
10. mannafør
9 Klaksvíksingur
10 Havnarbáturin
Riðil 2
Barnaróður dreingir
8 Ingibjørg
9 Ternan
10 Falkur
11 Knúkur
5. mannafør kvinnur
7 Erla Kongsdóttir
8 Blikur
9 Drekin
10 Sílið
11 Jallurin
Riðil 3
5. Mannafør gentur (riðil 1)
7 Tjaldrið
8 Tambar (Jallurin)
9 Kollur
10 Drekin
11 Báran
12 Havørnin
5. Mannafør gentur (riðil 2)
7 Knúkur
8 Blikur
9 Beinta
10 Silja
11 Falkur
12 Sílið
8. Mannafør
8 Ørvur
9 Argjabáturin
10 Árnfirðingur
11 Miðvingur
Riðil 4
6. Mannafør menn
7 Lómur
8 Rádni
9 Gongurólvur
10 Páll Fangi
11 Hósvíksingur
Barnaróður gentur
8 Firvaldur
9 Knúkur
10 Ingibjørg
11 Ørnin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo