FSF: Sunnudagin var fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum á skránni, og við sannførandi sigrum, halda Víkingur, KÍ og NSÍ fast um fremstu plássini. Tó er tað bara málmunurin, ið skilur partarnar millum nummar 1 og 2.
Samstundis er nógv, ið bendir á, at tað verða havnafeløgini, HB og B36, ið fara at stríðast um 4. plássið og ein sess í FM bólkinum, tá kappingin eftir 14 umfør verður býtt í tvey.
5. umfar
Í Sarpugerði í Norðragøtu vann heimaliðið 11-0 á TB/FCS/Royn, og í Runavík vann NSÍ 9-0 á FC Hoyvík. Eisini undir Mýruhjalla á Skála gjørdist talan um stórsigur, har klaksvíkskvinnur fóru avstað við einum trivaligum 14-0 sigri.
Fjórði dysturin var í Gundadali í Havn, har grannauppgerð var millum HB og B36. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til HB.
Nú øll liðini hava spælt fimm dystir, eru Víkingur og KÍ fremst við 13 stigum, eitt stig meir enn NSÍ, sum er nummar 3. HB hevur 9 stig, meðan B36 er á fimta plássi við 6 stigum. Nummar 6, 7 og 8 eru FC Hoyvík, Skála og TB/FCS/Royn við ávikavist 4, einum og ongum stigi.
Komandi leygardag er aftur fult umfar á skránni. Í Havn møtast B36 og Víkingur, og við Løkin í Runavík fær NSÍ vitjan av HB. Við Stórá í Trongisvági hittast TB/FCS/Royn og Skála, og á Hoyvíksvøllinum tekur FC Hoyvík ímóti KÍ.
Samandráttir frá øllum dystunum síggjast her: Samandráttir frá 5. umfari / tv.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo