FSF: Seinnapartin mánadagin fara Signe Pries Andersen og føroyska kvinnulandsliðið undir fyrireikingarnar til seinastu dystirnar í verandi EM-undankapping.
Tann fyrri verður á heimavølli fríggjadagin 12. juli klokkan 16:45, tá oddaliðið í bólkinum, Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli.
Í øvugta dystinum, sum var spældur í Montenegro í apríl mánað, gjørdist úrslitið 5-1 til Montenegro. Tað vóru annars okkara kvinnur, ið komu betri frá byrjan, tá Sunniva Willemoes eftir smáar tíggju minuttir legði Føroyar á odda.
Undan dystinum eru Føroyar nummar 3 í bólkinum við trimum stigum. Montenegro er fremst við 10 stigum, ájavnt við Grikkaland, men tó við munandi betri málmuni. Andorra er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Seinni dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Andorra týsdagin 16. juli.
Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Montenegro fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.
Hópurin
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo