Talvsambandið: Favorittarnir vunnu allir í sætta umfari í evropeisku smálandakappingini í talvi í gjárkvøldið. Støðan í oddanum er tí óbroytt.
Helgi Dam Ziska vann við svarta fólkinum á Paul Carpenter av Jersey, sum hevur lægsta styrkitalið av teimum tíggju telvarunum. Hinir oddafiskarnir, Wiedenkeller og Efimov, vunnu eisini.
Luitjen Akselsson Apol mátti dvína fyri Jake Darmanin av Malta.
Trý umfør eru nú eftir. Helgi telvar í dag við hvíta fólkinum móti Pavlos Constantinou av Kyprós. Í morgin verður so toppdystur millum Helga og Michael Wiedenkeller. Í síðsta umfari sunnudagin telvar Helgi móti Fred Berend, sum er altjóða meistari. Berend tapti í gjár fyri Igor Efimov.
Luitjen Akselsson Apol telvar í dag móti stórmeistaranum Igor Efimov.
Støðan eftir sætta umfar
1.-2. GM Helgi Dam Ziska 2539 (FØR) 5½ stig
1.-2. IM Michael Wiedenkeller 2445 (Luksemburg) 5½ stig
3. GM Igor Efimov 2416 (Monako) 4½ stig
4.-5. Jake Darmanin 2106 (Malta) 3½ stig
4.-5. Luke Brezmes 2043 (Andorra) 3½ stig
6. IM Fred Berend 2323 (Luksemburg) 3 stig
7. Pavlos Constantinou 2120 (Kyprós) 2 stig
8.-9. Luitjen A Apol 2103 (FØR) 1 stig
8. 9. Ezio Righi 1915 (San Marino) 1 stig
10. Paul Carpenter 1982 (Jersey) ½ stig
7. umfar (23. apríl) kl. 17:00
Helgi - Constantinou
Luitjen - Efimov
Wiedenkeller - Carpenter
Brezmes - Darmanin
Berend - Righi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo