Kringvarpið hevur nú eisini sent 6. og seinasta part í sendirøðini O, móðurlandið!, sum er um tíðina eftir at fullveldislandsstýrið sindraðist og fram til í dag.
Millum tema´ini,sum hava verið í teimum fyrstu 5 pørtunum, eru m.a. koloniir, fólkamorð (!), kollapsið av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum, bjarganin av føroyska samfelagnum eftir kollapsið, royndirnar at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki og hvussu loysingarfólk mistu bæði vit og skil í einum ørandi fullveldisrúsi.
Men gerandisdagurin kom sjálvandi aftur, og tað harmar KvF, tí nú er fullveldisdreymurin ikki longur eitt mál millum føroyingar og heldur ikki hjá politikarum – heldur ikki, tá løgtingsval seinastu nógvu árini hava verið.
KvF letur skuffað loysingarfólk minnast aftur á gamlar dagar, tá ið hugflogið ongi mørk kendu og vit kundu flúgva, hóast vit ongar veingir høvdu! Og hvør fær skylduna fyri miseydnaðu loysingardreymarnar? Jú, sjálvandi – tær nýtist ikki at gita! Og tí skal alt, sum danskt er, hava av grovfíluni: Danmark er lítið meir enn ein bøkkur onkustaðni í Norðurtýsklandi, vit kaga út í verðina gjøgnum eitt danskt lyklarhol, vit eru homo danicus, vit lata okkum rura inn í eina danska mentunartilvitsku, “forbannað” nógv fyri, at danir blanda seg upp í danskt málsøki, kúga okkum sjálvi við at duga at tosa málið hjá koloniharrunum (danskt), osfr.
Álvaratos, hvar er sjálvsvirðingin? Er hetta veruliga sjálvsfatanin hjá loysingarfólki? Eru tað bert vit samríkisfólk, sum hava eina sjálvsvirðing og virðing fyri okkara næsta?
Men eins og i hinum pørtunum er okkurt av tí, sum verður framborið, rætt, t.d. at sami stovnur (altso KvF) fyri eini 30 árum síðan íð hvussu so er royndi at verða ein tjóðarlaðandi stovnur, at stjórnarskiftið í Danmark, har Anders Fogh Rasmussen bleiv statsministari bøtti nógv um forholdini Føroya og Danmarkar millum og at ES-stongsulin leiddi okkum í føvningin á russum.
Men tíverri er søguforteljingin eisini í hesum partinum eins og í hinum pørtunum nationalistiskt einsporað, har nationalromantikkurin verður uppblástur og glorifiseraður, meðan mótstøða móti loysingarvonginum verður niðurprioriterað, niðurgjørd og helst burturtøgd.
Eisini listin yvir bókmentir avdúkar, at næstan bara nationalistiskar bókmentir liggja til grund fyri sendingini:
##med2##
Hetta vísir við allari týðuligheit, at onnur sjónarmið, enn tey hjá loysingarfólki, eru ikki áhugaverd!
Sum loysingarpropaganda kemur sendirøðin á mál, men KvF sendir hana sum eina “føroyska dokumentarrøð”, har “ljós verður varpað á støðu okkara í danska ríkinum.....farið verður víða um í eini breiðari lýsing av evninum” (sic!).
Álvaratos, Kringvarp Føroya:
Hvar er virðingin fyri lógarásetingum, sáttmálum og egnum kjarnuvirðum?
Tíbetur var hetta seinasta sendingin í røðini, so fyribils sleppa vit undan at hoyra og síggja meiri av hesum, sum fyri tað mest er slutur og vrøvl, grundað á undirlutakenslu og manglandi sjálvsvirðing. Men helst gongur ikki long tíð, til henda undirmálssending, borin av villleiðing og søgufalsan, verður endursend til skaða fyri tey, sum tá hyggja, og ikki vita betur.
Johan Petersen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo